PHD-SKEIÐ Á FRÓÐSKAPARSETRI FØROYA - várið 2009
Á Náttúruvísindadeildini ber nú til at taka PhD-skeiðið: HAV OG VEÐURLAG. Skeiðið er 7,5 ECTS (lestrarstig) og byrjar í viku 5. Upptøkukravið er: Bachelor heiti í náttúruvísind (ella samsvarandi).
Endamál
At geva eina breiða lýsing av tí leikluti, sum havið hevur í veðurlagsskipanini; hvussu havið verður ávirkað av náttúrligum og mannaelvdum veðurlagsbroytingum, og hvussu tað er við til at gera og ávirka hesar broytingar.
Ábyrgd av phd-skeiðnum
Bogi Hansen, professari við Fróðskaparsetur Føroya
Skeiðsstað
Fróðskaparsetur Føroya, Náttúruvísindadeildin, Nóatún 3, 100 Tórshavn
Skeiðsbyrjan
Vika 5/2009
Evni
Skeiðið verður skipað eftir bókini “The oceans and climate” hjá Grant Bigg, men verður útbygt við brotum úr IPCC frágreiðingini frá 2007 og vísindaligum ritgerðum. Viðgerðin er heimsumfatandi, men við serligum denti á havleiðirnar kring Føroyar.
Innihald
Veðurlagsskipanin, sambandið millum hav og luft, havsúrgan, ENSO, NAO, AMO, AO, havið og náttúrligar veðurlagsbroytingar, havleiðirnar kring Føroyar í veðurlagshøpi, termohalint rák og veðurlag, rákini tvørtur um Grønland-Skotlands ryggin, Arktis, náttúrlig og mannaelvd ávirkan á veðurlagið, komandi veðurlag.
Undirvísing
60 fyrilestrar + umrøða av frágreiðingum og framløgum.
Døming
Skeiðið verður mett sum Staðið ella Ikki staðið. Tvær ferðir undir skeiðnum og eina ferð aftaná lata tey lesandi inn frágreiðingar og hava eina framløgu um uppgivin evni. Verða hesi øll góðkend, er skeiðið staðið.
Arbeiði
Tey lesandi mugu rokna við at brúka 200 tímar (íroknað fyrilestrar, frágreiðingar, framløgur og fyrireiking).
Tilmelding
Tilmelding á setur@setur.fo áðrenn 20. januar 2009 (Tikin útbúgving skal upplýsast).
Nágreiniligari upplýsingar um skeiðið eru at fáa á Setursskrivstovuni. Fyrivarni verður tikið fyri møguligum broytingum.
FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA
Setursskrivstovan, tlf. 35 25 00
J. C. Svabos gøta 14
Postrúm 272
110 Tórshavn
www.setur.fo