08.01.2010
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

PhD skeið: “Ávirkan av havi og veðurlagi á havvistskipanir”

Náttúruvísindadeildin bjóðar nú eitt PhD skeið við heitinum “Ávirkan av havi og veðurlagi á havvistskipanir”.


Náttúruvísindadeildin bjóðar nú eitt PhD skeið við heitinum “Ávirkan av havi og veðurlagi á havvistskipanir”. Byrjað verður í februar 2010. Fortreyt fyri at taka skeiðið er lokin bachelorútbúgving í náttúruvísindum (ella tilsvarandi).

 

Skeiðið gevur eina breiða lýsing av, hvussu livandi verur og vistskipanir eru bundnar av fysiskum eginleikum og tilgongdum í havinum og av veðurlagnum. Tað verður skipað eftir bókini “Dynamics of Marine Ecosystems” hjá K.H. Mann og J.R.N. Lazier (3. útg., ISBN: 978-1-4051-1118-8), men verður útbygt við ymsum vísindaligum ritgerðum. Viðgerðin er heimsumfatandi, men við serligum denti á havleiðirnar kring Føroyar.

 

Tað er Bogi Hansen, professari, sum stendur fyri skeiðnum. Undirvíst verður við fyrilestrum, umrøðu av frágreiðingum og við framløgum.  

 

Tilmelding til skeiðið skal sendast til setur@setur.fo áðrenn 29. januar 2010 (legg við váttað avrit av prógvum). Nágreiniligari upplýsingar um skeiðið eru at fáa frá Boga Hansen, bogihan@hav.fo. Fyrivarni verður tikið fyri møguligum broytingum.

phd-skeid-2010.pdf