University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Skeið Í Granskingaretikki
03.03.2026
Setrið Námsvísindadeildin

Ph.d.-skeið í granskingaretikki

Hósdagin 21. mai verður eitt ph.d.-skeið í granskingaretikki boðið út á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Tilmeldingarfreist er 4. mai

Skeiðið í granskingaretikki er eitt kravt skeið hjá øllum, ið taka eina ph.d.-útbúgving.

Á skeiðinum nemur ein sær vitan um altjóða grundleggjandi krøv og leiðreglur í sambandi við granskingararbeiði, so sum upplýst samtykki, anonymitet, integritet, rithøvundarættindi, vitlíki og annað.

Tað eru viðurkendu professararnir í etikki, Jesper Ryberg og Thomas Søbirk Petersen, báðir frá Roskilde Universiteti, ið koma at halda skeiðið.

Sigri M. Gaïni, ph.d og námslektari í vísindaástøði, lívsáskoðan og siðalæru á Námsvísindadeildini, skipar fyri skeiðinum og undirvísir eisini.

Hetta er aðru ferð, at hetta skeiðið verður hildið. Fyrstu ferð var á heysti 2023.

Skeiðið gevur eitt ECTS-stig og er ætlað teimum, ið eru í holt við ella hava ætlanir um at fara í holt við eina ph.d.-útbúgving.

Meira kann lesast um skeiðið her

Tilmeldingarfreistin er 4.mai.

Søk her.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving