University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
2012-Setur.fo_Bygningar-068.jpg
06.03.2026
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin

Ph.d.-skeið í kvalitativum háttaløgum

Setrið bjóðar út eitt ph.d.-skeið í kvalitativum háttaløgum, sum verður frá 27. til 29. oktober 2026 

Endamálið við hesum skeiði er at geva ph.d.-lesandi eina grundleggjandi og praksisgrundaða innleiðslu til kvalitativar granskingarhættir, og at tey gerast før fyri at fremja sjálvstøðuga og kvalitativa gransking.

Við eini samanseting av ástøðiligum tilfari og praktiskum uppgávum fáa luttakarar eina kritiska fatan av týdningarmestu kvalitativu hættunum. 

Serligur dentur verður lagdur á kvalitativa granskingarsamrøðu, luttakandi eygleiðingar, feltarbeiði umframt dømi um skapandi granskingarhættir.

Í tríggjar dagar verða lesandi vegleidd í at leggja til rættis og fremja innsavnan og greining av kvalitativum dátum.

Fyrstu tveir dagarnar verður serligur dentur lagdur á praktisku og ástøðiligu síðurnar av samrøðu- og eygleiðingarhættum. Triðja dagin fáa lesandi innlit í ymiskar hættir at gera kvalitativa greining og nýggjar tilgongdir á økinum, millum annað strategiir at leggja fram og miðla kvalitativ úrslit.

Skeiðið fevnir um hesi evni:

•    Innleiðsla til kvalitativa granskingarsamrøðu
•    Samrøðuvariatiónir og nýggjari tilgongdir til granskingarsamrøður
•    Greiningarhættir og lesing av kvalitativum granskingarsamrøðum
•    Greiningarhandverkið
•    Innleiðsla til dygdarkriteriir í kvalitativari gransking
•    Luttakandi eygleiðing og etnografiskt feltarbeiði við dømi um skapandi tilgongdir til kvalitativa gransking
•    Miðlan og frágreiðing av kvalitativum granskingararbeiði

Skeiðið er skipað við fyrilestrum, kjaki og verkstovu við áherðslu á virkna nýtslu av egnum granskingarroyndum.

Luttakarar skulu lata inn eina uppgávu við reflektiónum um kvalitativar hættir í egnum granskingarverkætlanum, áðrenn skeiðið byrjar.

Kvalitativ gransking er eins nógv eitt handverk sum ein akademisk grein. Tí er skeiðið lagað til at fremja læru gjøgnum royndir. Fyrrapartar verða fyrilestrar og venjingar, meðan seinnapartarnir verða settir av til bólkaarbeiði, ið luttakarar sjálvir stýra fyri at eggja til samstarv, reflektión og íverksetan av dagsins innihaldi.

Skeiðið varar í tríggjar dagar og telur 3 ECTS-stig.

Málbólkurin er ph.d.-lesandi og tey, ið ætla sær undir eina ph.d.-verkætlan við kvalitativum háttaløgum. Lesandi skulu hava lokið masternám.

Skeiðið er ókeypis fyri starvsfólk og phd. lesandi á Setrinum og kostar 2.000 krónur fyri onnur.

Undirvíst verður á donskum.

Undirvísarar eru Lene Tangaard og Erika Anne Hayfield.

Bókmentalisti verður útflýggjaður, áðrenn skeiðið byrjar.

Les skeiðslýsingina her.

Umsóknarfreistin er 3. august 2026.

Søk her.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Kampus Frælsið

    Valfundur: Kunnu vit styrkja Føroyar við ungdómi, útbúgvingum og gransking?

  2. Francesco undirvísir í rómverjarætti (3).jpg

    Symposium um rómverjarætt

  3. Skeið Í Granskingaretikki

    Ph.d.-skeið í granskingaretikki