University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
PHD Mynd Freerangestock

(Foto: Freerangestock.com)

26.01.2026
Setrið Setursskrivstovan

Ph.d.-skúli stovnaður á Setrinum

- Tey 35 ph.d.-lesandi á Fróðskaparsetri Føroya fáa við hesum nógv betri karmar um sína granskaraútbúgving. Tað sigur Magni Mohr, leiðari á Ph.d.-skúlanum, sum nú skal umsita allar ph.d.-útbúgvingarnar á Setrinum

Á nýggjárinum varð Ph.d.-skúli settur á stovn á Fróðskaparsetri Føroya.

Talan er um eina fyrisitingarliga eind, sum gevur ph.d.-lesandi í Føroyum greiðari og betri karmar um granskaraútbúgvingina og umstøðurnar annars.

Tað er Granskingar- og framtakseindin á Setrinum, sum hevur fyrireikað Ph.d.-skúlan, ið er stovnaður sambært nýggju ph.d.-kunngerðini, sum Setrið hevur verið við til at orða.

- Hetta er eitt stórt stig, sum vit leingi hava arbeitt við.

Tað sigur Magni Mohr, professari, sum er leiðari á Ph.d.-skúlanum.

Hann greiðir frá, at føroyski Ph.d.-skúlin í stóran mun byggir á bygnaðin, sum slíkir skúlar í Norðurlondum hava, tó at íblástur eisini er fingin úr Bretlandi.

Sum ph.d.-lesandi skal ein granska, standa ph.d.-skeið, undirvísa og eisini miðla granskingarúrslit. Alt hetta er væl lýst, og  ein ph.d.-nevnd er sett, sum hevur myndugleikan til at góðkenna tey mongu stigini, ið eru frá innskriving til staðið ph.d.-prógv.

Tríggjar ymsar leiðir eru til at gerast ph.d.-lesandi á Ph.d.-skúlanum á Setrinum.

Tann mest vanliga útbúgvingarleiðin tekur tilsamans trý ár, har tvey eru til granskingarpartin og so hálv ár til ávikavist undirvísing og útbúgving.

Eisini ber til hjá Setrinum at seta starvsfólk í ph.d.-vísindastarv í fýra ár, har ph.d.-in kann gerast sum partur av undirvísingarstarvi. Hesin leisturin er til strategisk øki, har førleikar vanta.

Og triðja leiðin er at gera eina vinnu-ph.d. í samstarvi við føroyska fyritøku ella almennan stovn, og hesar byggja brýr millum universitetið øðrumegin og vinnulívið og almennu stovnarnar hinumegin. Vinnu-ph.d.-lesandi eru í starvi í fyritøkuni ella á stovninum, meðan tey eru innskrivað á Ph.d.-skúlanum á Setrinum.

- Við vinnu-ph.d.-verkætlanum fáa fyritøkur og stovnar vitan á høgum fakligum stigi, sum styrkir teirra virkis- og kappingarføri. Ofta eru tað fyritøkurnar ella stovnarnir, sum taka stig til evni og innihald, meðan Setrið borgar fyri akademisku granskaraútbúgvingini hjá tí ph.d.-lesandi, sigur Magni Mohr.

Tey lesandi hava skipað seg
Tey ph.d.-lesandi hava skipað seg undir leiðslu av einum ph.d.-ráði.

Umframt regluligar fundir í ráðnum, verður eisini skipað fyri verkstovum, skriviløtum og øðrum, har tey ph.d.-lesandi kunnu samskifta um avbjóðingar og annars geva hvør øðrum góð ráð í sambandi við ph.d.-lesnaðin.

- Fyri at menna og varðveita eitt burðardygt granskingarumhvørvi á Setrinum er umráðandi støðugt at seta við og at útbúgva ph.d.-lesandi, sigur Magni Mohr.

Seinastu árini hevur talið av ph.d.-lesandi á Fróðskaparsetrinum verið vaksandi. Í 2020 vóru 19 ph.d.-lesandi á Setrinum. Nú eru tey 35 í tali, og tí hevur tørvurin á einum ph.d.-skúla eisini verið vaksandi.

Uttanhýsis serfrøðinganevnd, sum Barna- og útbúgvingarmálaráðið setti at meta um Fróðskaparsetur Føroya, mælti síðst í 2022 til, at ein ph.d.-skúli átti at setast á stovn.

“Hetta fer at stimbra enn meira undir greiða stavnhaldið, sum longu er, um eitt “savnað” Fróðskaparsetur Føroya, sum ikki er avmarkað av deildarmørkum”, skrivaði nevndin í tilmælinum til aðalráðið.

Nú Ph.d.-skúlin er stovnaður á Setrinum, er tann endin heftur.

Lesið meira á heimasíðuni her.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Wouter Veenendaal

    Almennur fyrilestur við Wouter Veenendaal um fólkaræði

  2. All That Glitters Is Not Garbage Bók Firouz Gaini

    Nýggj bókaútgáva um m.a. ull og mentanarvirði

  3. Aksel V Johannesen Løgmaður Mette Frederiksen Forsætisráðharri Og Jens Frederik Nielsen Landsstýrisformaður Mynd Bjarni Rubeksen KVF

    Millum Washington og Keypmannahavn: Føroyar, Grønland og stórveldini