University of the Faroe Islands
Moodle
Starvsfólk
Setrið
Screenshot 2025 08 20 At 09 45 46 (5) Facebook

(Foto: Tórður Mikkelsen)

20.08.2025
Setrið Náttúruvísindadeildin

Ph.d.-starv: Endurnýtsla av útgrivnum og knústum gróti

Fróðskaparsetrið søkir eftir einum ph.d.-lesandi til spennandi verkætlan um at endurnýta útgrivið og knúst føroyskt grót - umsóknarfreist er 24. august

Fróðskaparsetur Føroya lýsir eftir einum ágrýtnum ph.d.-lesandi, sum vil vera við til at skapa burðardyggar loysnir fyri framtíðina.

Í RECLAIM-verkætlanini verður ein av størstu avbjóðingunum í byggivinnuni tikin upp – hvussu vit kunnu minka um innflutning av ráevnum og í staðin nýta føroyskt grót á ein nýskapandi og álítandi hátt.

Í Føroyum verður nógv grót tikið út í sambandi við tunnilsbygging, men bert lítið av tí verður nýtt aftur. Henda verkætlan hevur sum mál at broyta tað – við vísindaligum royndum, tvørfakligari gransking og burðardyggari hugsan. Úrslitið skal gerast ein karmur fyri at brúka føroyskt grót í bygging av vegum og bygningum, til frama fyri bæði umhvørvið og samfelagið.

Vit leita eftir einum kandidati við masterútbúgving í byggiverkfrøði, jarðvísindum ella tilfarsvísindum, og við brennandi áhuga fyri burðardyggari menning. Hetta er ein gyltur møguleiki at geva dygdargott vísindaligt og samfelagsligt íkast til framtíðar infrakervið í Føroyum – samstundis sum tú vinnur tær eina ph.d.-útbúgving í samstarvi millum Fróðskaparsetrið, Landsverk og Jarðfeingi.

Freistin at søkja er 24. august, og starvið byrjar 1. oktober.

Les lýsingina her.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Jógvan Í Lon Jacobsen FMD Smílandi

    Minningarorð um góða starvsfelaga okkara Jógvan í Lon Jacobsen, professara

  2. Gróthúsið Á Kvøldi Ogn Jarðfeingi

    Setursskrivstovan sum jarðhitaroyndarstøð

  3. Rekruttering 2026 Tey Fimm Lestrarumboðini

    Umsóknartalið á Setrinum vaksið við meira enn 10 prosentum