University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Helgi Winther Olsen
24.10.2025
Setrið Námsvísindadeildin

Ph.d.-verja: Helgi Winther Olsen

Hósmorgunin 6. november klokkan 9 fer Helgi Winther Olsen at verja sína ph.d.-ritgerð um kropsliga rørslu í skúlunum. Verjan verður í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn

Ph.d.-ritgerðin, sum Helgi nú skal verja, eitur Effects of the FIT FIRST FOR ALL school-based physical activity intervention on health-related fitness, well-being, and equitable participation in a Faroese school setting.

Verjan er almenn og verður á enskum máli.

Sum ph.d.-lesandi hevur Helgi arbeitt og verið innskrivaður á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya. 

Vegleiðaratoymið:
Magni Mohr, professari á Fróðskaparsetri Føroya, høvuðsvegleiðari
Malte Nejst Larsen, adjunktur á SDU, hjálparvegleiðari
May-Britt Skoradal, adjunktur á Fróðskaparsetri Føroya, hjálparvegleiðari 

Metingarnevndin:
Ingi H. Højsted, lektari á Fróðskaparsetri Føroya (forfólk) 
Hafrún Kristjansdóttir, professari á Reykjavik University 
Craig Williams, professari á University of Exeter

Verjan verður á enskum máli.

Lesið føroyska samandráttin av ritgerðini her.

Ritgerðin er tøk á Pure-vanganum hjá Helga her.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving