University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Ph.d.-verja hjá Hans Harryson
22.06.2018
Til lesandi Námsvísindadeildin Setursskrivstovan

Ph.d.-verja hjá Hans Harryson

Mikudagin 27. juni 2018 fer Hans Harryson at verja ph.d.-ritgerð sína í Auluni á Námsvísindadeildini.


Evnið fyri ritgerðini er:
Den pædagogiske diskurs i læreruddannelsen - formål, indhold og undervisningsmetoder. En komparation af læreruddannelserne HSN, Drammen, VIA, Aarhus og HÍ, Reykjavik.

Samandráttur av ritgerðini á enskum kann lesast HER

Hans Harryson hevur seinastu gott trý árini arbeitt við hesi verkætlan á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Hans, sum frammanundan er námslektari á Námsvísindadeildini, byrjaði arbeiðið við síni ph.d. í september í 2014 og lat ritgerðina inn marts í ár. Ph.d.-verkætlanin, sum er fíggjað av Fróðskaparsetri Føroya og Granskingarráðnum, er tað, sum verður kallað “joint degree”, sum er ein avtala millum Århus universitet og Fróðskaparsetur Føroya.

Høvðusvegleiðari hevur verið Jens Rasmussen, professari á DPU, Aarhus Universitet og hjálparvegleiðari hevur verið Firioz Gaini, Fróðskaparsetur Føroya

Í metingarnevndini sita:

  • Per Fibæk Laursen, professari á Danmarks institut for Pædagogik og Uddannelse (DPU) við Aarhus Universitet (formaður)
  • Elsebeth Jensen, útbúgvingarleiðari á VIA University College
  • Elaine Munthe, professari á Fakultet for utdanningsvitenskap og humaniora við Universitetet i Stavanger


Verjan, sum er almenn, verður sum nevnt í Auluni á Námsvísindadeildini mikudagin 27. juni 2018 og byrjar stundisliga kl. 13.

Ph.d.-ritgerðin liggur alment frammi á Landsbókasavninum.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. flagg setur (2).jpg

    Fyribils skrá fyri UArctic Congress 2026 og Ocean Connectivity Conference er nú tøk

  2. Fróðskaparsetrið 32

    Heilsan til nýggju samgonguna: - Nú skapa vit góð lívskor fyri ungdómin

  3. Framsíða

    Kampus - ein strategisk íløga í framtíð Føroya