University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Sissal lit.jpg

4. juni fer Sissal M. Rasmussen at verja sína ph.d.-ritgerð, og fólk fáa høvi at fylgja við á zoom (Foto: privatmynd)

Brynhild Thomsen
22.05.2020
Setrið Føroyamálsdeildin

Ph.d.-verja: Máltøka hjá føroyskum børnum

Hósdagin 4. juni fer Sissal M. Rasmussen at verja ph.d.-ritgerð sína um máltøku hjá føroyskum børnum

Ritgerðin eitur "Færøske børns tidlige ordforrådstilegnelse – Adaption og normering af en færøsk version af MB-CDI-forældrerapporter."

Sissal M. Rasmussen hevur verið innskrivað á Institut for Sprog og Kommunikation, Det Humanistiske Fakultet, Syddansk Universitet, og á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Upprunaliga skuldi verjan vera á Syddansk Universitet, men vegna Covid-19 verður hon talgild á zoom (nærri kunning um leinki kemur seinni). Sissal fer at sita á Fróðskaparsetrinum og limirnir í metingarnevndini í Danmark, Noregi og Svøríki. Møguleiki verður eisini at fylgja við á stórskíggja í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn, men umstøðurnar gera, at pláss bara er fyri 40 áhoyrarum.

Dentur á orðfeingi
Í metingarnevndini sita Anna Sara Hexeberg Romøren, lektari á Oslo Metropolitan University, Mårten Eriksson, professari á University of Gävle og Laila Kjærbæk, lektari á Syddansk Universitet, sum eisini er formaður í nevndini.
Vegleiðarar eru Dorthe Bleses, professari á Aarhus Universitet, Hjalmar P. Petersen, professari á Føroyamálsdeildini og Zakaris Svabo Hansen, námslektari á Føroyamálsdeildini.
Í verkætlanini viðger Sissal M. Rasmussen máltøku hjá føroyskum børnum við serligum denti á orðfeingi.

Lesið ph.d.-ritgerðina her.

Ein samandráttur á donskum og enskum er fremst í ritgerðini.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving