Knud Simonsen
14.07.2007
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

PhD-verja um gróðurin á landgrunninum.

Mikudagin 20. juni 2007 vardi Høgni Hammershaimb Debes, Cand Scient. Ph.D.-ritgerðina Phytoplankton and Zooplankton Interactions on the Faroe Shelf við Fróðskaparsetur Føroya. Ph. D.-verkætlanin er um vistfrøði hjá plantu- og djóraplankton á Landgrunninum.


Dr. Eilif Gaard, granskari á Fiskirannsóknarstovuni og adjungeraður lektari í lívfrøði á Fróðskparsetrinum, hevur verið vegleiðari hjá Høgna H. Debes.  Verkætlanini er gjørd í samstarvi millum Náttúruvísindadeildina og Fiskirannsóknarstovuna. Í dómsnevndini sótu Dr. Roger Harris, Plymouth Marina Laboratory, Dr. Fransisco Rey, Havforskningsinstituttet i Bergen og Jan Arge Jacobsen, Dr. Scient, granskari á Fiskirannsóknarstovuni.

 

Verkætlanin

Høgni hevur granskað í gróðri og plantuplankton og hevur eisini kannað ávirkan ímillum plantuæti og djóraæti á Landgrunninum. Hann hevur fingið til vega nógva nýggja vitan um gróður á landgrunninum, hvussu nógvur hann er, og hvussu ymisk viðurskifti í umhvørvinum ávirka gróðurin. Eisini hevur hann kannað tað djóraætið, ið livir av plantuæti, hvussu nógv tað etur og týdningin, sum plantuætið hevur fyri nøring og vøkstur hjá djóraæti.

Nýggja vitanin hevur stóran týdning fyri at skilja lívfrøðiligu framleiðsluna á Landgrunninum.

 

Fígging frá oljufeløgunum

Verkætlanin varð fíggjað av BP Amoco Exploration (Faroes Ltd) og Anadarko Faroes Company. Liðugtgerðin av ritgerðini varð stuðlað av Vísindagrunninum hjá EIK og Fiskirannsóknarstovuni.

 

Um Høgna

Høgni er føddur í Havn í 1972. Hann las lívfrøði á Fróðskaparsetrinum og á Keypmannahavnar Universiteti og fekk Cand. Scient prógv frá Keypmannahavnar Universiteti í 2000. Eftir tað arbeiddi hann við verkætlanum á Fiskirannsóknarstovuni, har hann granskaði í krill. Í 2003 fór hann undir Ph.D. verkætlanina.