University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Ph.d.-verja um seismikk

Ph.d.-verja um seismikk

Fríggjadagin 15. august fer Hilmar Simonsen at verja ph.d.-ritgerð sína “Acquisition, processing and geologic interpretation of reflection seismic data from high- and low-resolution surveys in the Faroe Islands”.


Verjan verður á Vinnuháskúlanum og byrjar kl. 13.

Hilmar hevur granskað í seismiskum dátum upptiknar í føroyskum basaltøki. Vísindaligu kanningarnar spenna yvir trý høvuðsevni, ið kunnu flokkast sum

  1. menningarætlan fyri optimala upptøku og viðgerð av refleksións-seismiskum dátum,
  2. samanbinding av boridátum og seismiskum úrskurðum, og
  3. eftirkanning av jarðfrøðiligum hypotesum.

Hilmar hevur gjørt sína gransking á Náttúruvísindadeildini hjá Fróðskaparsetrinum, og vegleiðari hansara var Dr. Robert James (Jim) Brown.

Ph.d.-ritgerðin liggur alment frammi á Landsbókasavninum.

Les føroyska samandráttin av ritgerðini her, ella enska samandráttin her.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Jóna Og Tíðarrit (002)

    Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst

  2. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast

  3. Wes Stein Sólorka Myndina Eigur Linda Roche DFAT

    Almennur fyrilestur: Frá speglum til stórframleiðslu av sólorku