University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Ph.d.-verja verður stroymd
08.09.2016
Søgu- og samfelagsdeildin

Ph.d.-verja verður stroymd

Karin Jóhanna Leitisstein Knudsen lýsir í ph.d.-ritgerð persónlig og samfelagslig viðurskifti, ið eru avgerandi fyri, hví konur flyta úr Føroyum til Danmarkar


Í morgin fríggjadagin tann 9. september fer Karin Jóhanna Leitisstein Knudsen at verja ph.d.-ritgerðina 'Fending for Yourself - Women’s migration between the Faroe Islands and Denmark' – um konur, ið mugu flyta av landinum fyri at fáa umstøður at klára seg sjálvar.

Verjan, sum fer fram á enskum, verður í høllini í Vinnuháskúlanum, Nóatún 7, kl. 13 - stundisliga. Tiltakið verður eisini stroymt.

Seinastu árini hevur verið stúrt fyri rákinum í fólkasamansetingini í Føroyum. Røddir hava verið frammi um, at tað er ein avbjóðing fyri mentanarligu, búskaparligu og sosialu skipanina í føroyska samfelagnum, at tað serliga eru konufólk, ið flyta av landinum.

Endamálið við ph.d.-ritgerðini er at lýsa, hvat eyðkennir konurnar, sum flyta millum Føroyar og Danmark. Harafturat er endamálið seta orð á tað, sum eyðkennir tey samfelagsligu viðurskifti, sum tær flyta frá og til.

Vegleiðarar hava verið Jørgen Ole Bærenholdt, professari á RUC, og Malan Marnersdóttir, professari á Setrinum. Í próvnevndini eru Sharon Roseman, professari á Memorial University í New Foundlandi, Firouz Gaini, lektari á Setrinum og Kristine Juul, lektari á RUC.

Henda ph.d.-ritgerðin er úrslit av trý ára arbeiði hjá Karini Jóhonnu Leitisstein Knudsen, sum hevur verið innskrivað á Fróðskaparsetrinum og á RUC til tvífalt ph.d.-prógv. Hetta er ein samstarvsháttur, har bæði universitetini hava havt ábyrgd av ph.d.-náminum.

Karin Jóhanna er tann fyrsta á Fróðskaparsetri Føroya, ið er innskrivað á tveimum hægri lærustovnum í sambandi við skriving av ph.d.-ritgerð. Ph.d.-kandidatur, ið er innskrivaður á tveimum lærustovnum og sum fær ritgerðina góðkenda eftir at hava vart hana fyri ph.d.-heitið, fær prógv frá báðum lærustovnunum.

Ritgerðin er skrivað á enskum og hevur verið til skjals alment á Landsbókasavninum upp undir verjuna.


Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 02 09 At 13 13 07 Uarctic Congress 2026 (1)

    Tilmelding til UArctic Congress 2026 er nú opin

  2. Nansý Sunadóttir

    40.000 í gávugóðsi: - Hetta er ein risastór viðurkenning

  3. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafólk 2025