18.07.2013
Altjóða Skrivstovan
Skriva út

Pisudagar 2013

Spennandi og viðkomandi tiltak fyri teg, ið fer undir víðari lesnað uttanlands.


Á hvørjum ári fara hundraðtals føroyskar pisur undir víðari lesnað, bæði í Føroyum og uttanlands. MFS, ASK og Eik skipa aftur í ár fyri sera væl umtóktu Pisudøgunum. Tiltakið er ætlað tær, ið fer undir víðari lesnað uttanlands, og endamálið er at geva tær høvi at seta spurningar, fáa góð ráð og tosa við onnur, ið eru í somu støðu sum tú, soleiðis, at tú kemur so væl frá byrjan sum gjørligt. Eisini vera umboð fyri føroysku Ráðgevingina í Danmark og Leinkjan.fo við í ár. Í ár eru Pisudagar í Saltangará, Havn og á Miðnámsskúlanum í Suðuroy. Hetta er ein sera spennandi tíð, ið krevur nógva fyrireiking, og sum eisini hevur nógvar spurningar við sær. Tí skipa Eik, MFS (Meginfelag Føroyskra Studenta) og ASK (Altjóða Skrivstovan) fyri Pisudøgum á hvørjum ári. 

Hóskvøldið 1. august kl. 19.30
á deildini hjá Eik í Saltangará

Fríggjakvøldið 2. august kl. 18.30
á Miðnámsskúlanum í Suðuroy

Mánakvøldið 5. august kl. 19.30
á Ungdómsdeildini hjá Eik í miðbýnum í Havn

Skráin

  • Umboð fyri Eik geva tær góð ráð um fíggjarlig viðurskifti, m.a. hvussu tú stovnar eina NemKontu og týdningin av at leggja eina góða fíggjarætlan.
  • Umboð fyri MFS greiða frá ymiskum praktiskum viðurskiftum, og hvussu tú sum lesandi kanst fáa gleði av MFS. Eisini verður høvi at práta við MFS-umboð úr ymsum londum.
  • Umboð fyri Vinnuhúsið greiða frá nýggja spennandi átakinum Leinkjan.fo, sum skal binda føroyskar fyritøkur og fólk undir útbúgving tættari saman.
  • Randi Johannesen, ið dagliga ráðgevur føroyingum í Danmark, gevur tær góð ráð um m.a. skattafrádrátt, ferðaískoyti, lestrarstuðul og bústaðarviðurskifti.
  • Holger Arnbjerg, ið hevur drúgvar royndir við at vegleiða lesandi, fer at greiða frá, hvussu tú kanst brúka ASK í sambandi við hægri lesnað – bæði áðrenn og aftaná, at tú ert farin í gongd. Harafturat hevur hann nógv góð ráð um, hvussu tú kemur væl frá lestrarbyrjan.
  • Eftir framløgurnar verða luttakararnir bólkaðir, alt eftir hvar tey fara at lesa. Í bólkunum verður høvi at tosa við onnur ung, ið eru/fara uttanlands í lestrarørindum og seta ASK, MFS, Eik, Leinkjuni og Ráðgevingini nærri spurningar.
  • At enda verður møguleiki at “mingla” og fáa sær okkurt leskiligt til góman, meðan Rasmus Borðoy diskar.


Tekna teg til Pisudagar 2013 á Facebook


Slóðir: 
MFS og á Facebook
ASK og á Facebook
Eik  og á Facebook
Ráðgevingin
Leinkjan