Eftir lokið stakskeið skulu lesandi kunna greiða frá altjóða lóg, rættarkeldum, heimildum, stovnum og trætuskipanum. Myndin er av originalu Geneve-konventiónini (Foto: By Kevin Quinn, Ohio, US - Flickr, CC BY 2.0, https://commons.wikimedia.org/w/index.php?curid=359407)
24.08.2020
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Pláss eru tøk at lesa altjóða lóg

Enn eru pláss tøk á stakskeiðinum at lesa altjóða lóg. Skeiðið er býtt upp í fleiri yvirskipað evni, sum saman eru bulurin í altjóða lóg

Hetta skeiðið er ætlað teimum, sum vilja hava innlit í altjóða lóg, har dentur er lagdur á sáttmálarætt og altjóðarættarkeldur og fullveldisríki.

Skeiðið er fyri lesandi á MA í lóg, og tí krevst bachelorprógv ella samsvarandi við nóg mikið av løgfrøði fyri at fáa pláss.

Eftirsum pláss enn eru tøk á stakskeiðinum, hevur Setrið gjørt av at leingja umsóknarfreistina til 28. august.

Undirvísingin byrjar 2. september, og Bjørn Kunoy, adjungeraður professari undirvísir.

Lesið meira her.

Tímatalva er her.

Umsóknarblað fæst her.