Fróðskapur
27.06.2008
Skriva út

Platon: Drykkjuveitslan – og aðrar samrøður.

Janus Djurhuus skrivaði í brævi í 1929 skemtandi , at hann ætlaði at lata “hin ódeyðiliga Platon í føroyskt kot og korta buksur”.


Í 1931 kom bókin Verjurøða Sokratesar. Kriton - Faidon út í Havn í týðing Janusar. 1935 gav Føroyingafelag í Keypmannahavn út “Symposion - Gorgias í týðing Janusar.

 

Hesi fimm verkini eftir Platon gevur Fróðskapur nú út í aðru útgávu, savnað í eina bók. Umframt platontýðingarnar hjá Janusi eru tvær greinir í bókini, ætlaðar sum kunnandi bakstøði til hesar 2500 ára gomlu tekstirnar.

 

“... nøvn, ... ið mest sum sólir geisla yvir allan mentaðan heim: nøvnini Sokrates og Platon.”
                                                                               Janus Djurhuus

Platon í aðru útgávu

Platon: Drykkjuveitslan – og aðrar samrøður. Janus Djurhuus týddi. Bergur D. Hansen: Gamla Grikkaland. Jógvan Hansen: Platon. Setursrit 5 . 208 síður. Fróðskapar 2008
Prísur: 250 kr.

Janus Djurhuus skrivaði í brævi í 1929 skemtandi , at hann ætlaði at lata “hin ódeyðiliga Platon í føroyskt kot og korta buksur”.   
    
Í 1931 kom bókin Verjurøða  Sokratesar. Kriton - Faidon út í Havn í týðing Janusar.
Verjurøðan er tann røðan, sum Sokrates helt fyri dómarunum í Athen, tá ið hann var ákærdur fyri at spilla ungdómin og avnokta gudarnar; í síni mælsku og speisku røðu vildi Sokrates ikki ganga frá sínum hugsanum um rætt og skeivt og varð dømdur til deyða.
“Kriton” er samrøðan millum vinmannin við hesum navni og Sokrates, eftir at Sokrates er deyðadømdur og situr í fongsli. Kriton sættar seg als ikki við, at Sokrates skal doyggja, hann roynir at finna útvegir, og t.d. vil hann hava Sokrates at flýggja. Men Sokrates sannførir Kriton um, at tað rætta er at taka við dóminum og ikki at bróta landsins lóg.
“Faidon” er um síðstu løtur og deyða Sokratesar. Vinmaður hansara, Faidon, ið var hjástaddur, tá ið hann doyði, sigur frá, hvussu Sokrates skemtaði, tosaði álvara og uggaði sorgarbundnu vinir sínar, áðrenn hann tømdi eiturdrykkin.  
    
Í 1935 gav Føroyingafelag í Keypmannahavn út “Symposion - Gorgias í týðing Janusar.
“Sýmposion” ella “Drykkjuveitslan” er ein røð ein talum um ástina frá ymsum heimspekiligum, natúrspekiligum, mýtiskum og skaldsligum sjónarhornum. Av teimum er røðan hjá Sokratesi tindurin.
Evnið í “Gorgiasi” er talukynstrið – røðulistin. 
    
Hesi fimm verkini eftir Platon gevur Fróðskapur nú út í aðru útgávu, savnað í eina bók. Umframt platontýðingarnar hjá Janusi eru tvær greinir í bókini, ætlaðar sum kunnandi bakstøði til hesar 2500 ára gomlu tekstirnar. Jógvan Hansen, heimspekifrøðingur, skrivar um lívssøgu Platons, hugmyndafrøði hansara og tann týdning, hann fekk.  Bergur D. Hansen, søgufrøðingur, skrivar um søguna hjá forna Hellas, serliga tað fólkaræðisligu stýrislagið í Athen. 
Aftast í bókini er listi við frágreiðingum um nøvn og hugtøk í bókini.

Hvør er Platon?
Platon (427-347), ið var næmingur hjá Sokratesi,  legði grundarsteinin til vesturlendska heimspeki. Í ritverki hansara finna vit fyrstu ferð í Vesturheiminum eina heildarkanning av veruleikanum: av tí metafýsiska veruleikanum, tí vísindaliga, málsliga, sálarfrøðiliga, listarliga o.s.fr.
Háttalagið hjá Platon er óbeinleiðis og bókmentaligt: øll hansara skriving er í samrøðuformi. Verk hansara er pallsettar samrøður burturav, oftast við Sokratesi í høvuðsleikluti. Tó víkja “Verjurøða Sokratesar” og “Drykkjuveitslan” frá í hesum, tí Verjurøðan er mestøll einarøða og Drykkjuveitslan í høvuðsheitum ein repil av lovtalum um Eros.
samrøðunum er tað Sokrates, sum spyr. Samrøðurnar eru kanningarferðir um týdningarmikil evni, fyrst og fremst “tað góða”: Hvat er tað góða og hvussu  nærkast ein tí og ognar sær tað? Fyrstu spurningarnir eru altíð lættir at svara, t.d. hvat er betri: at vera sjúkur ella frískur? Men áðrenn av tornar, hevur Sokrates fingið samrøðufelagan at játta, at tað er betri at líða órætt enn gera hann; tí at gera órætt, ger sálina sjúka.  
Samrøðan er ein ferð, sum ikki hevur frammanundan givna endastøð. Platon nýtir eisini líknilsi, mýtur og dømi úr Homers kvæðum. Hesin framsetingarháttur gevur ríkar tulkingarmøguleikar og ger, at Platon verður lisin ikki bara sum yrkisheimspeki men sum bókmentir.

Ódeyðiligar bókmentir
Verkini, sum Janus Djurhuus týddi eftir Platon, eru himalhøgir varðar í søgu mannaættarinnar, sum hevði verið fátækari uttan tey. Flogvitugar hugmyndir og djúp heimspekihugsan um eina fjøld av evnum, frá samfelags- og stjórnarmálum til  mannasálina, ástina og sæluna, eru í hesari bókini, men so einfalt og livandi er hon skrivað,  at øll skilja.