University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Politiskur valfundur í Kongshøll.jpg
Brynhild Thomsen
25.11.2022
Setrið

Politiskt formansumfar í Kongshøll mikudagin

Mikudagin klokkan 15 hevur Setrið almennan politiskan valfund í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn, har forfólkini í øllum flokkunum vera við

Útbúgvingarpolitikkur, gransking, kampus og lestrarlív standa á skránni, tá Fróðskaparsetrið bjóðar til almennan valfund í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn mikudagin 30. november klokkan 15.

Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, Aksel V. Johannesen, formaður í Javbnaðarflokkinum, Sámal Petur í Grund, formaður í Sjálvstýri, Høgni Hoydal,  formaður í Tjóðveldi, Ruth Vang, forkvinna í Framsókn og Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum fara at geva síni boð uppá, hvussu Føroyar koma best fram á leið, tá tað ræður um hægri útbúgvingar, gransking, kampus og umstøður at lesa í Føroyum. Orðstýrari verður Brynhild Thomsen, og møguleiki verður eisini hjá áhoyrarum at spyrja valevnini spurningar.

Øll eru hjartaliga vælkomin, og verður ikki pláss fyri øllum, so er møguligt at fylgja við í politiska orðaskiftinum á stroymi.

Leinki til stroymin er her.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Nansý Sunadóttir

    40.000 í gávugóðsi: - Hetta er ein risastór viðurkenning

  2. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafók 2025

  3. Marjun Nicodemussen Heldur Røðu Sum Lesandi Prógvhandan300126021

    Prógvhandan: - Nú fara vit út í samfelagið at gera mun