
Politiskt formansumfar í Kongshøll mikudagin
Mikudagin klokkan 15 hevur Setrið almennan politiskan valfund í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn, har forfólkini í øllum flokkunum vera við
Útbúgvingarpolitikkur, gransking, kampus og lestrarlív standa á skránni, tá Fróðskaparsetrið bjóðar til almennan valfund í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn mikudagin 30. november klokkan 15.
Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, Aksel V. Johannesen, formaður í Javbnaðarflokkinum, Sámal Petur í Grund, formaður í Sjálvstýri, Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, Ruth Vang, forkvinna í Framsókn og Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum fara at geva síni boð uppá, hvussu Føroyar koma best fram á leið, tá tað ræður um hægri útbúgvingar, gransking, kampus og umstøður at lesa í Føroyum. Orðstýrari verður Brynhild Thomsen, og møguleiki verður eisini hjá áhoyrarum at spyrja valevnini spurningar.
Øll eru hjartaliga vælkomin, og verður ikki pláss fyri øllum, so er møguligt at fylgja við í politiska orðaskiftinum á stroymi.
Leinki til stroymin er her.
-
08.02.2023 Setrið FøroyamálsdeildinBeinir fingið gávugóðs úr grunni ThorvaldsGávugóðs Thorvalds Poulsen av Steinum 2022 er í kvøld latið ...
-
07.02.2023 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinBjørn í altjóða havrættardómstólinum í HamburgBjørn Kunoy, professari í altjóða lóg á Fróðskaparsetri Føro...
-
07.02.2023 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiGranskingarverkætlan í Vágs skúla um rørsluVágs skúli hevur fingið játtan til eina verkætlan, Ver virki...