13.09.2016
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Politiskt samskifti góða undirtøku

Í farnu viku byrjaði undirvísingin í politiskum samskifti á Føroyamálsdeildini.



Byrjað var við fyrilestrum og venjingum tveir samanhangandi dagar, fríggjadag og leygardag, frá kl. 9 til 15. Kim Lilholt Ruggaard, sum í fleiri ár hevur undirvíst á Århus Universiteti og Århus  School of Business, stóð fyri undirvísingini báðar dagarnar. Páll Holm Johannesen, samfelagsfrøðingur og kunningarráðgevi, fer at taka sær av framhaldandi undirvísingini í heyst. Umframt grundleggjandi hugtøk í samskifti fara studentarnir at greina samskiftisfyribrigdi, sum eru frammi júst nú, t.d. hugtakið “framing” og sonevndan postfaktualitet.  Endað verður við almennum seminari leygardagin 12. november. Tá fara innbodnir gestir og studentar at hava stuttar framløgur.

Stórur áhugi hevur verið fyri skeiðinum, deildin hevur fingið nógvar fyrispurningar, og í alt góðar 20 umsóknir vóru. Nú skeiðið er byrjað, luttaka 15 studentar.

Skeiðið í politiskum samskifti er liður í royndunum at menna  eina MA-útbúgving í samskifti á Fróðskaparsetrinum.