University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Postarasýning 2022.jpg

Hendan myndin er frá framsýningini, sum var í forhøllini á Landssjúkrahúsinum fyri nøkrum árum síðani

26.01.2026
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi

Postarasýning á Landssjúkrahúsinum

Mikudagin 28. januar frá klokkan 14 til 16 verður postarasýning av bachelorritgerðum í sjúkrarøktarfrøði í forhøllini á Landssjúkrahúsinum

Hendan serliga framsýningin er ein góð siðvenja, tá sjúkrarøktarfrøðingarnir hava lokið sína útbúgving.

Her verða bachelorritgerðirnar sýndar fram á sokallaðum postarum, og framsýningin gevur innlit í nýggjastu vitan og gransking í sjúkrarøkt, og sum kann viðvirka til at menna heilsu- og sjúkrarøkt í Føroyum.

Nýggju sjúkrarøktarfrøðingarnir verða á staðnum og greiða fegin frá egnum ritgerðum.

Tiltakið er ætlað øllum – starvsfólki, sjúklingum, avvarðandi og øðrum, sum hava áhugað.

Evnini eru hesi:

Upplivingar hjá familjum hjá ungari heimabúgvandi gentu við etingarólagi: Ein kvalitativ meta-syntesa. Høvundur: Sarah Kathleen Foghill

Kronisk obstruktiv lungnasjúka – hvørji viðurskifti ávirka sjúkrarøktina? Høvundar: Anni Jákupsdóttir Isaksen, Sóley Simonsen og Mása Mortensen

Tá sjúkan ikki sæst: Tarmbrunasjúkur & sálarheilsa – Eitt integrativt review. Høvundar: Inga Thomsen, Bjørk Árnadóttir Dalsgaard og Annika Rasmussen

Sálarliga arbeiðsumhvørvið hjá sjúkrarøktarfrøðingum í onkologiskari sjúkrarøkt - Eitt systematiskt litteraturreview. Høvundar Katrin Faulkner Reynheim, Marjun Nicodemussen, Brynhild Thomsen og Mildrið Birita Johnsdóttir

 

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving