04.11.2018
Setrið Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Poster walk í Kongshøll

Lesandi á orkuútbúgvingini høvdu fríggjadagin 26. oktober eina sokallaða poster walk, har ið tey sýndu fram úrslit av uppgávum, tey hava arbeitt við í skeiðinum, ið kallast Dálking frá elframleiðslu

Søren Antoft, adjungeraður lektari, greiðir frá, at sum partur av hesum skeiði hava tey lesandi arbeitt við hvør sínari uppgávu innan skeiðsevnið. Sum próvtøkuloysn varð avtalað at lata inn eina frágreiðing, sum bæði í skapi og innihaldi í mestan mun, havandi í huga at hetta er 2-árs lesandi, byggir á vísindalig háttaløg og bygnað.

Hesar frágreiðingar skuldu so eisini vísast fram sum ein vísindalig plakat (e. poster), á sama hátt sum á vísindaligum ráðstevnum. Her vóru næmingarnir hjástaddir við hvør sín postara og greiddi fólki frá um arbeiðið.

Endamálið við skeiðinum er at lýsa dálking í samband við orkuframleiðslu. At skilmarka dálking, læra um lógarásetingar og m.a. luftgóðsku.

Evnini sum næmingarnir hava arbeitt við eru

  • Statistical analysis of the relation between solar radiation and wind speed on the Faroe Islands – Tummas T. Sæbúð
  • MEST Energy Saving Initiatives – Anna Katrina Vertureið Thomsen
  • North Atlantic islands powered by renewable energy – Sverri Sandberg Nielsen
  • Renewable Energy Optimization – Heini Vatnsdal
  • Utilizing biogas to district heating in the Faroe Islands – Hannah Anthoniussen
  • Emissions comparison of fossil fuel power to hydroelectric power in the Faroe Islands – Magni Reinert Petersen
  • Municipal solid waste methane production and incineration – Tjálvi Egilsson
  • Vehicle emissions for different fuel types in the Faroe Islands – Hannes Lesch
  • Enviromental gains and life cycle of a Photovoltaic system in commercial marine application – Peter Smedskjaer-Stenland

Mynd: Lesandi og lektarar  á orkuútbúgvingini