Knud Simonsen, Náttúruvísindadeildin
15.12.2010
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Praktikantur á Náttúruvísindadeildini

Seinastu tvær vikurnar hava 9. klassa næmingar í Hoyvíkar skúla verið í starvsvenjing. Sámal E. Kristiansson var á Náttúruvísindadeildini.


Sámal hevur stóran áhuga fyri støddfrøði, og var tí serliga ynski hjá honum at síggja, hvussu undirvísingin í hesum fakinum er á universitetinum.

 

Umframt støddfrøði, so fylgdi Sámal eisini fyrilestrum í almennari havfrøði á NVD og í støddfrøði á Læraraskúlanum. Eisini fekk hann innlit í, hvussu hátøkniligir streymmátarar virka og hvussu teldusimuleringar av havstreymum verða gjørdar.

 

Tann eina dagin var hann í starvstovuni. Har staðfesti hann, at saltinnihaldið í sjónum í Álakeri bert er umleið 27 í mun til umleið 35 á Landgrunninum. Eisini fekk hann staðfest, at styrkisprosenti í edikkafløskunum, sum tú keypir í handlunum, er tað, sum framleiðarin lovar, umframt, at ymsar mátingar vóru gjørdar við massaspektrometrinum.

 

Tað seinnu vikuna av starvsvenjingini royndi Sámal seg sum lærara í yngru klassunum í Hoyvíkar skúla. Vónandi vóru tey eins glað fyri hann har, sum vit vóru fyri at hava Sámal á vitjan á Náttúruvísindadeildini.