Fíggjarmálaráðið metir, at búskapurin kann minka við 3-10 prosentum í ár vegna koronakreppuna
Brynhild Thomsen
15.04.2020
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Prísurin fyri COVID-19

Fíggjarmálaráðið hevur gjørt meting av, hvussu stórar búskaparligu avleiðingarnar verða av COVID-19

Fyri Løgtingið, landsstýrið og kommunurnar hevur tað týdning at kunna meta um búskaparvøksturin næstu árini og um inntøkuvøksturin í samfelagnum sum heild.

Hetta hevur millum annað týdning í sambandi við fíggjarlógina hjá landinum og í sambandi við fíggjarætlanirnar hjá kommununum. Í hesum sambandi hevur Fíggjarmálaráðið mett um búskaparligu avleiðingarnar av Covid-19.

Høvuðsniðurstøðurnar eru:

*Óvissan er serstakliga stór í løtuni. Neyðugt er at hava atlit at hesum.

*Afturgongd verður sannlíkt í búskapinum í 2020 og møguliga eisini í 2021

*Búskapurin kann minka 3-10% í 2020, møguliga heldur minni í 2021

*Landskassin kann lættliga fáa hall á 800 mió. kr. og upp til 1,5 mia. kr. í 2020 og nakað minni í 2021

Annars sigur Fíggjarmálaráðið, at landið, samfelagið, kommunur, almennir grunnar, stórur partur av privatu húsarhaldunum og stórur partur av vinnulívinum eru væl fyri at standa ímóti einum tíðarskeiði við afturgongd í búskapinum

Uppritið hjá Fíggjarmálaráðnum kann lesast her.