01.04.2016
Søgu- og samfelagsdeildin Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Prísurin fyri fiskirættindi á uppboðssølu skal vera lægri enn hægsta boð

Hetta sigur Daniel Bromley, amerikanskur búskaparfrøðingur, ið leggur fram á stóru ráðstevnuni um fiskivinnu, sum verður mánadagin í Norðurlandahúsinum


Eg eri farin at hitta Daniel Bromley, amerikanskur búskaparfrøðingur, sum er komin til Føroya fyri løtu síðani. Mánadagin skal hann leggja fram á stóru fiskivinnuráðstevnuni ‘2018 – og hvat so?’.

SUSPA!
Í einum samandrátti av sínari framløgu hevur hann brúkt hugtakið SUSPA. Eg eri forvitin, tí prinsippið kemur mær fyri at vera løgið: Tað stutta av tí langa er, at prísurin fyri tað, sum bjóðað verður uppá á eini uppboðssølu, ikki verður tann prísurin, sum er tann hægsti á uppboðnum ...

Bromley er eingin ársungi, og hann hevur drúgvar royndir sum ráðgevi. Hann er fyrikomandi og sinnaður at greiða frá, hvussu hetta við SUSPA hongur saman. So hvørt sum samrøðan líður, og eg havi míni fyrivarni og mínar spurningar, so er hann einki altráur eftir at siga mær, hvussu verðin hongur saman.

Tú mást grundgeva ...
Tvørtur ímóti. Hann vil nógv heldur lurta og hugsa, tá ið eg seti fram mínar “jú, men ...”. Og í summum førum hevur hann eitt skjótt og greitt svar, og í øðrum er reaktiónin “good question” og hann hugsar væl og leingi, áðrenn svarið kemur.

– Tú kanst ikki seta eina nýggja skipan í verk við at ein serfrøðingur sigur, at skipanin skal vera so og so, sigur Bromley.

– Sjálvandi havi eg nøkur grundsjónarmið og eina vitan, ið forma mítt uppskot. Men tað uppskotið má standa sína roynd í opnum kjaki við tey, sum skulu liva við tí, um tað verður sett í verk. Tað má standa sína royn í eini tilgongd, har tað verður konfronterað við allar teir partar av veruleikanum, ið bara tit, sum liva her kenna, vísir ráðgevin á.

... og lurta
– Fortreytin fyri tilgongdini má sjálvsagt vera, at eisini tey, sum eru í vinnuni vilja kjakast, eru fús at lurta og síggja veruleikan í einum alternativum ljósi, og líka sinnað at lata seg sannføra sum at sannføra meg um veikleikar í uppskotinum, sigur Bromley, og tekur eitt dømi:

– Um t.d. onkur førir fram, at tað er ótrygt við stutttíðarrættindum, so má man at grundgeva fyri tí. Og so má man vera opin fyri at diskutera, hvat er trygt í tí givna førinum – eitt hálvt ella eitt heilt, trý ár ella fimm og so frameftir, alt eftir, hvørji rættindi, talan er um.

Rættindi mugu bjóðast út
Bromley – ella Dan, sum hann rópar seg – heldur, at útgangsstøðið fyri øllum orðaskiftinum sjálvandi má vera spurningurin, hvussu samfelagið skal mennast og hvønn leiklut fiskivinnan skal hava í framtíðar Føroyum.

Eitt av hansara grundsjónarmiðum er, at tað skal vera tað almenna, sum eigur og bjóðar rættindini út. Fyri at prísurin á rættindum svarar til tað virðið, hann hevur fyri tey, sum bjóða. Fyri at forða fyri yvirkapasiteti í flotanum – sum er búskapar óskynsom og hevur við sær ovveiðu. Og fyri at tað almenna – landsins borgarar – fáa lut í virðinum av tí tilfeingi, sum vinnararnir á uppboðssøluni sleppa framat.

Og so eru vit aftur við SUSPU! Silent uniform second-price auction. Stutt: Viðkomandi myndugleiki hevur ásett eitt TAC fyri eitt tilfeingi fyri eitt ár ella fleiri. Hetta tilfeingið verður býtt upp í partsmongdir.

Hægst bjóðandi taparin ásetur prísin fyri rættindi
Til hvørja einstaka partsmongd er frammanundan ásett, at eitt ávíst tal av skipum fær hesa partsmongd – lat okkum sum dømi siga fimm. Lat okkum siga, at 12 bjóða – tað gera teir í einum sokallaðum sealed bid, í prinsippinum ein afturlatin brævbjálvi.

So hevur tú ein lista við boðum, frá hægst til lægst – frá nummar 1 til nummar 12. Men bara fimm teir ovastu fáa partsmongdina. Teir fáa ein fimtapart hvør. Ikki fyri hægsta prísin. Ikki fyri meðalprísin hjá øllum 12 ella teimum fimm hægst bjóðandi. Men fyri tann prísin, sum nr. 6 – tann hægst bjóðandi taparin – bjóðaði!

Allir rinda minni fyri rættindini enn tey bjóðaðu. Hvussu hongur hetta saman? Hvussu tryggjar hetta, at landsins borgarar fáa sum mest burturúr? Og hvussu ávirkar hetta tey, ið skulu bjóða og tey boðini, tey koma við ...? Hvussu tryggjar hetta, at tey, sum enda við at fáa rættindini, rinda rætta prísin?

Gleðir seg til at at leggja fram
Eg mátti hitta Bromley og fáa eina forkláring. Og tað fekk eg og fór klókari útaftur. Tá ið eg fór av hurðini aftur bedýraði Bromley, at hann eisini varð vorðin um ikki klókari, so hevði fingið nøkur ting at hugsa um.

– Tá ið spurt verður hví, so eru øll svar í prinsippinum fyribils. Tey skulu grundgeva fyri, hví vit handla á ein ávísan hátt ella eiga at handla á ein ávísan hátt. Tað er samstundis umráðandi at vera opin, um tað verður grundgivið fyri, at svarini ikki longur eru egnað sum grundarlag fyri handlingum, sigur Bromley, ið gleðir seg til at leggja fram í Norðurlandahúsinum mánadagin.

 

2018 - OG HVAT SO?

Almenn ráðstevna um framtíðar fiskivinnupolitikk Føroya

SKRÁIN
09.00-09.15    Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, setur ráðstevnuna
09.15-09.25    Lau Blaxekjær, Fróðskaparsetur Føroya: Inngangur um ráðstevnuna
09.25-09.40    Eydna í Homrum, Havstovan: Uppisjóvarfiskur
09.40-09.55    Petur Steingrund, Havstovan: Botnfiskur
09.55-10.25    Henrik Sparholt, ICES: Regulering av fiskatilfeingi
10.25-10.45    Steðgur
10.45-11.00   Hans Ellefsen, Fiskimálaráðið og Fróðskaparsetur Føroya: Týdningurin av fiskiskapi fyri føroyska samfelagsbúskapin
11.00-11.15    Anfinn Olsen, formaður í Føroya Reiðarafelag: Havfiskiskapur nú og í framtíðini
11.15-11.30    Jógvan Gregersen, formaður í Føroya Ráfiskakeyparafelag: Skulu vit framleiða matvørur í Føroyum – ella skulu vit ikki?
11.30-11.45    Bjarki Vígfusson, búskaparfrøðingur í Sjávarklasinn (Iceland Ocean Cluster): Hvat hevur Ísland gjørt til tess at fáa meira burtur úr fiskatilfeinginum?
11.45-12.00    Mentanartáttur
12.00-12.15    Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag: Úr sjónarhorni fiskimansins
12.15-12.30    Absalon í Buð, formaður í Meginfelag Útróðrarmanna: Útróðurin á vegamóti
12.30-12.45   Daniel Bromley, professari, University of Wisconsin-Madison: Skal ein nýggjur sáttmáli skrivast um fiskivinnuna?
12.45-13.45    Middegismáli
13.45-14.00    Þórólfur Matthíasson, professari í búskapi, Háskóli Íslands: Fiskiveiðirenta, fiskiveiðiskattir og roknskaparjavnin í fiskiveiðivinnunum
14.00-14.15    Gail Osherenko, løgfrøðingur: Hvør eigur høvini? Økir og rættindi
14.15-14.30   Oran Young, Bren School, University of California Santa Barbara: Arktisk og sub-arktisk fiskiveiða – tilfeingisfyrisiting í dynamiskum umhvørvum
14.30-14.45    Steðgur
14.45-15.00    Jens Christian Justinussen, Fróðskaparsetur Føroya: Kjakupprit – avleiðingar av ymiskum tíðaruppfatanum innan fiskivinnuna
15.00-16.30    Pallborðsorðaskifti og endi
Tú kanst tekna teg til og gjalda fyri luttøku á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum
Samskipari er Lau Øfjord Blaxekjær, ið eisini svarar fyrispurningum viðvíkjandi ráðstevnuni.