23.01.2017
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Professari í orkuverkfrøði

Nýsetti Hans Georg Beyer hevur drúgvar fakligar royndir úr fleiri londum


Tann 1. desember 2016 byrjaði  Hans-Georg Beyer í starvi sum professari í orkuverkfrøði. Hann kemur higar úr professarastarvi á Universitetinum í Agder í Noregi, har hann hevur starvast síðan 2010 sum professari í varandi orku.

Frammanundan hevur Hans-Georg arbeitt á University of Applied Sciences in Magdeburg í Týsklandi og verið gestagranskari á Mines Paritech, Fraklandi, og verið gestaprofessari á Universidade Federal de Santa Catarina, Brasil. Hann hevur verið við til at útgivið meir enn 300 vísindaligar greinir um varandi orku og orkumeteorologi í monografium, tíðarritum og rástevnuritum.

Hans-Georg hevur drúgvar royndir við undirvísing og vegleiðing á øllum akademiskum stigum.
Meira kann lesast um Hans-Georg Beyer m.a. á heimasíðuni researchgate