Francesco Milazzo er italskur professari í rómverjarætti. Hann hevur undirvíst á Setrinum hendan mánaðin (Foto: Martin Simonsen)
Brynhild Thomsen
21.09.2020
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Professari í rómverjarætti á Setrinum

Francesco Milazzo, professari hevur undirvíst løgfrøðislesandi í rómverjarætti hendan seinasta mánaðin á Søgu- og samfelagsdeildini á Setrinum

Italiumaðurin Francesco Milazzo er viðurkendur professari í rómverjarætti við universitetið í Catania í Sisilia.

Francesco er ikki ókendur í okkara parti av heiminum, tí hann undirvísti frá 2003 til 2019 í rómverjarætti við universitetið á Akureyri í Íslandi.
Nú vóru so eisini boð eftir honum at koma á Fróðskaparsetrið at undirvísa í rómverjarætti, og professarin hevur undirvíst her síðani fyrst í september.

Francesco Milazzo undirvísir lesandi í Jónas Broncks gøtu. Honum dámar væl beinleiðis samskifti, og talvan verður nógv brúkt

Talan er um eitt skeið, sum telur 5 ECTS-stig í sokallaða kontekstualiserandi partinum av bachelorútbúgvingini í lóg. Ætlanin við skeiðnum er at seta verandi rættarskipan — serliga ta skandinavisku, har danska og føroyska skipanin má bólkast undir — í breiðari høpi og síggja hana í ljósinum av tí týdningi, sum rómverjarætturin hevur havt sum kelda til grundleggjandi bygnaðin í europeiskum rætti, serliga í sokallaðu sivilu (Civil Law) siðvenjunu, men eisini í norðurlendsku skipanini.

Breiðka útsýnið hjá teimum lesandi

Francesco rósti í grein í íslendska blaðnum Nordicum-Mediterraneum 2006 útbúgvingini á Akureyri fyri at gera nógv við at fáa tey lesandi at skilja skipanarligu, hugtaksligu, dogmatisku og andaligu eindina í heimsins rættarskipanum. Og í hesum sambandi var skeiðið í rómverjarætti týðandi.
Tað sama kann sigast um bachelorútbúgvingina í lóg á Fróðskaparsetrinum.

Nógv verður gjørt við at breiðka útsýnið hjá teimum lesandi, eisini við at læra um grundleggjandi hugtøk og meginreglur úr rómverjarætti, sum hava havt stóran týdning fyri føroyskt-donsku rættarskipanina.
Francesco Milazzo, professari fer av aftur landinum hósdagin 24. september.

Lesið meira um løgfrøði á Setrinum her.

Og um skeiðið í rómverjarætti her.