Forlagið Fróðskapur hevur givið út nýtt verk eftir Jógvan í Lon Jacobsen, professara, um málsliga purismu í Føroyum (Foto: Finnur Justinussen)
Brynhild Thomsen
19.05.2021
Setrið Føroyamálsdeildin
Skriva út

Professari: Purisma rúmkar um málið

At føroyingar sum heild taka undir við málsligari purismu, er ein av staðfestingnum í nýggjari bók eftir Jógvan í Lon Jacobsen, professara á Føroyamálsdeildini

- Eg havi altíð havt áhuga fyri purismu, og mong ár eru liðin, síðani eg fór at viðgera hana.

M.a. hetta segði Jógvan í Lon Jacobsen, professari, tá útvarpið í Kringvarpi Føroya í gjár setti honum stevnu at umrøða nýggju útgávu sína, "Purisma - føroysk orð ella orð í føroyskum", sum Fróðskapur júst hevur givið út.

Í bókini viðger hann málsliga purismu søguliga og samtíðarliga, og borðreitt verður við áhugaverdur úrslitum.

- Tá ið vit spurdu fólk, um vit eiga at gera nýggja orð fyri tøkuorðini, so svaraðu umleið tveir triðingar ja, sigur Jógvan í Lon Jacobsen, sum í mong ár hevur viðgjørt purismu og eisini arbeiðir við henni.

Jógvan í Lon Jacobsen er professari í føroyskum á Fróðskaparsetri Føroya og arbeiðir á Føroyamálsdeildini. Hann er mag.art. í norrønari filologi frá universitetinum í Keypmannahavn og dr. philos. frá universitetinum í Bergen við ritgerðini , "Álvaratos who cares - ein samfelagsmálvísindalig kanning av hugburði og nýtslu av tøkuorðum og nýggjum orðum í føroyskum".

Hann var ritstjóri á Føroyskari orðabók (1998) og ein av høvundunum í "Faroese - An Overview and Reference Grammar" (2004). Hann hevur skrivað bøkurnar, "Málmaðurin í útvarpinum 1-3" (2010-2013), umframt greinar í bøkur og tíðarrit.

Á Setrinum undirvísir Jógvan í Lon Jacobsen í málsøgu, samfelagsmálvísindum, orðabókafrøði, dialektologi og purismu.

Lurtið eftir samrøðuni í Kringvarpi Føroya við Jógvan í Lon Jacobsen her.