11.02.2016
Føroyamálsdeildin
Skriva út

“Professarin er samstarvsmaður”

Fríggjadagin 5. februar var ein hátíðarløta á Føroyamálsdeildini í sambandi við, at Jógvan í Lon Jacobsen 1. februar varð tilnevndur professari í føroyskum máli. Jógvan helt setanarfyrilestur.


Hátíðarløtan byrjaði við, at rektarin á Setrinum, Sigurð í Jákupsstovu, og dekanurin á Hugvísindadeildini, Malan Marnersdóttir, hildu talu fyri Jógvani.

Rektarin greiddi frá tí formliga viðvíkjandi professaratilnevning og segði millum annað: "Ásetingar av krøvum til professarastarvið hjá Fróðskaparsetrinum eru lýstar í skjalinum Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya. Har stendur, at: "Professari skal hava hægsta vísindaliga og fakliga førleika, góðan pedagogiskan førleika og hollar fyrisitingarligar royndir í samband við hægri undirvísing og gransking . Professari hevur hægstu fakligu ábyrgdina í sínum fakøki."

Nevndin vísir á nógvu styrkirnar í arbeiðnum og sera breiðu førleikar Jógvans at granska og miðla, men eisini, -  sum hon jú skal -, vísir nevndin á, hvørji øki kunnu mennast. Niðurstøðan hjá nevndini er tó greið,  "Umfatandi vitan, stórt útsýni, klókar metingar og góðar gávur at nýta málfrøðiligan kunnleika um viðurskifti, sum hava týdning fyri nógv fólk, eyðkenna málvísindaligu avrik Jógvans. Samanumtikið er niðurstøðan, at hann er væl skikkaður at verða professari."

Sjálvur fegnist eg almikið um, at Jógvan nú er tilnevndur professari. Fyri Fróðskaparsetrið, fyri føroyska málgransking og føroyskt mál hevur hetta sera stórt virði."

 

Malan Marnersdóttir, dekanur, tók síðani orðið. "Jógvan er samstarvsmaður. Doktararitgerðin er trettanda útgávan í stórari norðurlendskari verkætlan um Modernað tøkuorð í málunum í Norðurlondum. Helge Sandøy, professari í Bergen, skipar fyri verkætlanini.

Jógvan er eisini samstarvsmaður her heima og hevur skrivað greinir saman við starvsfeløgum. Eitt nú um ta tvørligu “Fyrisetingina fyri í føroyskum”. Harumframt um “Navnapurismu” og mangt annað, sum m.a. stóð í blaðnum Málting.

Jógvan er tikin úr leikum at geva vísindaligu avrikum sínum áhugavekjandi heiti. Heitið á doktararitgerðini er eitt, eitt annað er “Hví tosa vit viðhvørt – og snakka viðhvørt?” og ikki minst tær tríggjar útgávurnar við Málmanninum í útvarpinum, sum svarar spurningum frá lurtarum um talað og skrivað mál.

Á henda hátt fevnir Jógvan víða við fyrimyndarligu breiðu og djúpu vitan síni um føroyskt mál. Útsýni og klókar metingar eyðkenna málvísindaligu miðlan hansara um evni, sum nógv fólk hava stóran áhuga fyri.”
 - Les alla røðuna.

Í metingarnevndini sótu Caroline Heycock, professari í syntaksi við universitetið í Edinburgh; Olle Josephson, professari í norðurlendskum málum við Stockholms universitet; Veturliði Óskarsson, professari í skandinaviskum málum við universitetið í Uppsala.