University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Prógvhandan 2018

Prógvhandan 2018

Fríggjadagin 22. juni var árliga prógvhandanin í Norðurlandahúsinum.


Fitt av fólki var komið saman í høllini í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 22. juni til hátíðarløtuna, har lesandi á Setrinum fingu handað prógv. Eisini vóru tey, ið hava fingið handað prógv síðani seinastu prógvhandan, hátíðarhildin. Tilsamans hava 123 lesandi fingið prógv á Setrinum síðani seinastu prógvhandan. 96 av hesum prógvum vórðu handað í Norðurlandahúsinum fríggjadagin.

Rektarin, Sigurð í Jákupsstovu, byrjaði við at bjóða vælkomin og bar síðan fram stutta røðu, ið kann lesast her. Eftir hann bar Rebekka Manuela Behrens fram røðu vegna tey lesandi. Røðan kann lesast her. Síðan framførdu Lea Kampmann og Vinjar Petersen tvey vøkur løg, áðrenn prógvini vórðu handað.

Eftir handanina bar ársins gestarøðari Atli Gregersen, stóri í Hiddenfjord, fram røðu, ið kann lesast her. Hátíðarløtan í høllini endaði við, at samkoman í felag sang "Landið, eg bar við mær inn um skúlagátt" eftir Karsten Hoydal. Aftaná var farið út í forhøllina til ábit og myndatøku.








Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Nansý Sunadóttir

    40.000 í gávugóðsi: - Hetta er ein risastór viðurkenning

  2. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafók 2025

  3. Marjun Nicodemussen Heldur Røðu Sum Lesandi Prógvhandan300126021

    Prógvhandan: - Nú fara vit út í samfelagið at gera mun