12.06.2019
Setrið Til lesandi Lestrarskrivstovan
Skriva út

Prógvhandan 2019

Í summar fáa væntandi 104 lesandi prógv á Fróðskaparsetri Føroya. Av hesum fáa 97 bachelorprógv, 6 fáa masterprógv og 1 fær hjánámsprógv.

Talan er um 26 lærarar, 24 námsfrøðingar, 17 frá Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi, 26 frá Søgu- og samfelagsdeildini, 8 frá Føroyamálsdeildini og 3 frá Náttúruvísindadeildini. Harumframt hava 72 lokið prógv síðani seinastu prógvhandan, og hesi verða eisini hátíðarhildin til prógvhandanina.

Í hesum sambandi verður prógvhandan fríggjadagin 21. juni kl. 10.00. Prógvhandanin verður í Norðurlandahúsinum eins og undanfarin ár. Tiltakið er alment, og skráin sæst niðanfyri.

Skrá:

10:00 Rektarin, Sigurð í Jákupsstovu, bjóðar vælkomin og heldur røðu

10:05 Umboð fyri tey lesandi heldur røðu – Elsa Berg

10:15 Tónleikur – Lív Næs

10.25 Prógvhandan                                           

11:10 Gestarøða – Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum og næstforkvinna í stýrinum fyri Setrið

11:25 Prógvhandan liðug

11:30-13:00 Myndatøka