27.06.2014
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi Náttúruvísindadeildin Søgu- og samfelagsdeildin Námsvísindadeildin Føroyamálsdeildin
Skriva út

Prógvhandan 27. juni 2014

Námsfrøðingar, lærarar, søgufrøðingar, samfelagsfrøðingar, sjúkrarøktarfrøðingar og ein løgfrøðingur fingu prógv síni handað á samkomu í Norðurlandahúsinum í dag. Sigurð í Jákupsstovu, rektari, helt røðu fyri teimum.


Háttvirda samkoma

Góðu tit øll, - tit, sum hava lokið lestur  og í dag fáa prógv, - tit, ið vara av, - og starvsfólk á Setrinum. Hetta er ein stórur dagur. Ein dagur har vit hava loyvi at gleðast og vera errin. Vit takka fyri væl avrikað verk og kvitta við prógvi av Fróðskaparsetri Føroya.

Tað er mín vón, at tit hava havt eina góða og mennandi lestrartíð, at tit hava knýtt sterk bond til onnur lesandi og til okkara starvsfólk – at tit hava fingið væl burturúr lestrinum – og at lesturin og prógvið verður tykkum til eydnu. 

Nelson Mandela hevur sagt at:  Education is the most powerful weapon which you can use to change the world.  Útbúgving gevur einstaklinginum fleiri møguleikar – við at einstaklingurin mennist, so mennist samfelagið alt og harvið heimurin. Útbúgving er besta íløgan eitt samfelag kann gera. 

Tit eru 90, sum fáa bachelorprógv í dag, - lærarar, námsfrøðingar, sjúkrarøktarfrøðingar, samfelagsfrøðingar, søgufrøðingar og  stjórnmálafrøðingur, og harumframt so verður fyrsta masterprógvið í løgfrøði handað.

Tit hava havt tann framíhjárætt, tað er at lesa í Føroyum innan kendar og viðkomandi karmar – tit nýta tykkara móðurmál í lestrinum, tit fáa innlit í føroysk viðurskifti, og tit festa tykkara røtur fastari í føroyska jørð. Hetta er tann stóri fyrimunurin við at lesa her, bæði fyri tykkum og fyri samfelagið alt – tit granska og viðgera føroysk viðurskifti og gerast serfrøðingar at virka í hesum samfelagnum. Útbúgvingarnar á Setrinum halda altjóða mát, samstundis sum tær í ávísan ella stóran mun eru seymaðar til okkara samfelag – og tað skulu tær sjálvandi vera. 

Fróðskaparsetrið er í menning og vøkstri. Tað eru um 600, ið lesa fulltíðarlestur, nógv onnur lesa stakgreinalestur og nema sær eftirútbúgving. Starvsfólkaliðið telur fleiri enn 100. Sanniliga er nógv hent, síðan Setrið varð sett á stovn og byrjaði sítt virksemi fyri skjótt hálvt hundrað árum síðan við einum professara og einum skrivara í hálvum starvi. Tað er ein heiður hjá okkum øllum at vera við til at bera førningin víðari – og framhaldandi at menna Fróðskaparsetrið.

Við samanleggingini í 2008 fekk Setrið fimm ymiskar deildir og eru hesar skipaðar í sonevndar megindeildir, ella fakultet. Eitt endamál við at leggja saman og nú at skipa deildirnar undir eini felags fakultetsleiðslu er at skapa nýggjar eindir, sum eru størri í vavi, so tær verða sterkari fakliga og sum kunnu skapa nýggjar, tvørgangandi møguleikar fyri gransking og útbúgving. 

Tað er ein stór avbjóðing at samansjóða deildir og lesandi, partvís tí at ymiskar siðvenjur og mentanir á deildunum gera, at tað ikki liggur beint fyri at samstarva - hóast hetta er nakað, sum tey flestu vilja og ynskja - men tilgongdin er krevjandi og tekur tíð. Ein onnur meginorsøk – og nokk tann størsta forðingin, er at Setrið er ikki savnað á einum stað og at vit ikki hava ein høvuðsbygning. Vit vóna, at ein loysn kemur á hetta málið innan langa tíð. Setrið ynskir at savna sítt virksemi á økinum frá Frælsinum yvir Nóatún til Debesartrøð, við einum høvuðsbygningi sum miðdepil, har nýmótans umstøður eru fyri gransking, miðling, lestri, fyrisiting og samveru. Eitt framsøkið ”kampus”, ið bindur vaksandi virksemið á Setrinum saman, og við síni atdráttarmegi virkar sum nátúrligur miðdepil fyri einum kveikjandi lestrarlívi. 

Nýggjar útbúgvingar verða mentar – og nýggir granskarar eru og verða settir í starv so hvørt fíggjarligt pláss er fyri hesum. Fróðskaparsetrið vil vaksa – og er málið, um 10 ár, at vera dupult so nógv lesandi sum í dag. Fyri at røkka hesum er neyðugt við fleiri granskingarøkjum og fleiri útbúgvingum og at styrkja okkara samstarv, bæði við fakligar stovnar her heima og við onnur universitet. Málið er, at lesandi, umframt at kunna taka fleiri heilar útbúgvingar her, eisini fáa møguleika at nema sær eina samansetta útbúgving – har ein partur verður tikin í Føroyum og ein partur uttanlands ella sum fjarlestur. Hetta gera vit longu, men við at menna hetta enn meiri kunnu vit skapa fleiri møguleikar fyri hægri lestri. Slíkt samstarv gevur fjøltáttaðar møguleikar og økta megi. Samstarv ger, at Setrið verður meiri sjónligt, meiri opið og dynamiskt og harvið nógv meiri áhugavert.    

Eg skal nevna trý dømi um nýíkomin samstørv:

Fyrr í ár varð avtala undirskrivað við Landssjúkrahúsið og Deildina fyri arbeiðs- og almannaheilsu – hetta samstarv leggur lunnar undir økta heilsugransking og nýggjum heilsufakligum útbúgvingum. 

Fróðskaparsetrið er partur av Granskarasetrinum Inova. Her er, og verður samstarv við aðrar stovnar og vinnufyritøkur innan biotøkniliga økið.

Setrið luttekur í útbúgvingarsamstarvi um burðadygga samfelagsmenning í útnorðri, har fimm universitet menna eina felags masterútbúgving.

Netverk og samstarv er  eitt neyðugt infrakervi fyri vøkstur, og til ber at siga, at Setrið við hesum fyrireikar seg til økt virksemi.  Men tað sum veruliga er neyðugt fyri at skapa vøkstur á Fróðskaparsetrinum eru øktir fíggjarligir karmar.

Í heildarætlanini um fólkaflyting og fólkavøkstur frá 2013, verður staðfest, at útbúgving og gransking framtíðartryggjar føroyska samfelagið. Har verður víst á fleiri dømir um, at Universitet skapa samfelagsvøkstur. Álitið slær fast, at millum týdningarmestu átøkini at skapa varandi vøkstur í Føroyum, er at styrkja Fróðskaparsetrið.  

Til tess at menna fleiri útbúgvingar so er tørvur á fleiri vísindafólkum – tað er so einfalt sum tað – ein økt játtan til Setrið fer at draga høgt skikkaði vísindafólk til – hetta gevur fleiri útbúgvingartilboð, økt samstarv og samfelagsvøkstur. Heildarætlanin mælti til, at játtanin var økt við einum triðingi yvir nøkur ár. Tað er sera týdningarmikið, at hetta verður raðfest, fyri at vit kunnu flyta Setrið enn meiri framá og lofta teimum møguleikunum, sum fáast við at vera aktivir luttakarar í alheims vakstrarøkinum “gransking, útbúgving og nýskapan”.

Tað snýr seg um at skapa møguleikar fyri unga ættarliðið, um at skapa arbeiðspláss. Ungt fólk vil útbúgva seg – fáa tey ikki møguleikan her, er sannlíkt at tey flyta burtur – og at tey ikki koma aftur. Tá er íløgan mist. Framtíðar størvini eru vitanarstørv - tey krevja útbúgvið fólk, og verða í størri mun skapt innan vísindaliga og mentanarliga geiran í nánd av útbúgving og gransking. 

Í Føroyum mugu vit hava eina sterka, samanhangandi  útbúgvingarskipan, frá fólkaskúla til hægri lestur. 

Abraham Lincoln verður endurgivin fyri at hava sagt at: hugsanarhátturin í skúlanum verður hugsanarhátturin hjá stjórnini næsta ættarlið.

Útbúgvingarpolitikkur er kanska týdningarmesta økið fyri føroyska samfelagið. 

At vera lesandi er ein tíð í lívinum, sum er spennandi og avbjóðandi uppá so nógvar mátar. Hetta er ein tíð, har tit búnast sum menniskju og fáa førning til framhaldandi starv tykkara.  – Nú gongur leiðin víðari – summi tykkara halda fram at lesa og onnur fara at leita sær arbeiði, og onkur hevur longu arbeiði. Tit fara at virka í dagstovnum, á skúlum, í heilsuverkinum, innan almenna fyrisiting og mangt annað. Hetta eru samfelagsberandi útbúgvingar, ið nerta allar borgarar, – og sum eg vóni fara at geva tykkum nógva gleði og lívsgóðsku. 

Vit gleðast saman við tykkum og ynskja tykkum blíðan byr framyvir. 

 

Takk fyri

Sigurð í Jákupsstovu