03.11.2013
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Prógvhandan á Føroyamálsdeildini

01. november fingu 6 studentar BA-prógv í føroyskum.


Í sambandi við, at BA-prógv vórðu handað á Føroyamálsdeildini 1. november 2013, helt Jógvan í Lon Jacobsen, útbúgvingarleiðari, røðu. 

Nýklaktu BA-ararnir eru Lydia Didriksen, Elinborg Osvaldsdóttir, Eyðgerð Mørkøre Kruse, Bjarni Steintún, Lena Reinert og Jan Jógvansson Poulsen. Jan var burturstaddur.

 

Góðu BA-arar

Vælkomin øll somul til hesa prógvhandan á Føroyamálsdeildini. Hjartaliga til lukku við prógvunum, góðu BA’arar. Tað er okkum ein stór gleði at kunna handa tykkum BA-prógvini, og vit vilja á henda hátt hátíðarhalda, at tit nú eru liðug við BA-lesturin  og hava fingið prógv. 

Í dag 1. november 2014 verða bygnaðarbroytingarnar á Setrinum settar í verk. Frá í dag hava útbúgvingarleiðarar avloyst deildarleiðararnar, og í tí sambandi kann eg staðfesta hetta: Tann fyrsta uppgávan hjá tí fyrsta útbúgvingarleiðaranum tann fyrsta dagin var at handa prógv. Betri kann tað ikki vera.

Tað hevur verið nokk so rokaligt hesa tíðina, meðan tit hava lisið her, t.d. broytingar í námsskipanum og tíðaravmarkingar fyri at skriva BA-ritgerð. Men eg haldi, tit hava verið tolin og hava skilt okkara støðu. Vónandi hava tit hildið tað verið áhugavert at lisið hjá okkum, og mín vón er, at tit hava fingið eina dygga grundútbúgving í føroyskum, sum tit kunnu brúka í dagsins meldri. 

Tær klassisku universitetsútbúgvingarnar eru ikki professiónsútbúgvingar, og av tí at tær ikki venda sær móti einum ávísum yrki, eru tær breiðar og stundum rættiliga ástøðiligar. 

BA er ein ensk stytting fyri bachelor of art. Orðið bachelor er komið úr tí latínska orðinum baccalaureus, sum merkir ungur maður. Baccalaureus-heitið varð brúkt sum útbúgvingarheiti í miðøld og eftir tað. Men so fór tað úr brúki eina ferð í 1700-1800 árunum, men kom síðan inn aftur sum heiti á eini trý ára langari grundútbúgving - og nú sjálvandi í enskari útgávu.

Nøkur tykkara fara vit at síggja á deildini frameftir, men eg veit, at nøkur gevast her hjá okkum nú og fara aðrar leiðir. Eg vil hervið takka tykkum fyri tíðina á Føroyamálsdeildini og vil ynskja tykkum øllum hjartaliga til lukku við BA-próvnum og alt tað besta í framtíðini.

Jógvan í Lon Jacobsen