Ikki síðani 2019 hevur karmurin um prógvhandanirnar hjá Fróðskaparsetrinum verið í frálíka Norðurlandahúsinum. Korona forðaði stóra felagstiltakinum bæði í 2020 og 2021 (Foto: nlh.fo, Erika Høgnadóttir og Kirstin Sigurðsdóttir)
Brynhild Thomsen
24.06.2022
Setrið
Skriva út

Prógvhandan: Hátíðardámur í Norðurlandahúsinum

Í dag hátíðarhalda vit, at ikki færri enn 224 prógv eru latin av Fróðskaparsetri Føroya í hesum lestrarárinum

Stórur veitslurómur er í Norðurlandahúsinum í dag, nú 165 prógv verða handað, og flugubein kann setast við tilsamans 224, sum hava staðið prógv á Fróðskaparsetrinum hetta seinasta lestrarárið.

Talan er um met, tí ongantíð áður hevur próvbókin verið so full, sum hon er nú.

Og Chik Collins, rektari, bað hvønn einstakan - nú fyrrverandi - lesandi koma fram at taka ímóti pappírinum, sum tey nú hava upp á sín kunnleika og sína útbúgving frá Fróðskaparsetri Føroya.

- Í dag fagna vit, at ikki færri enn 224 hava nú fingið prógv, og hetta er met hjá Fróðskaparsetri Føroya, legði rektarin fyri.

- Hetta er ómetaliga týdningarmikið fyri heimin og fyri Føroyar, tí heiminum tørvar útbúgvið fólk sum ongantíð áður, um vit skulu loysa mongu og stóru trupulleikarnar, sum vit hava sum samfelag og enntá eisini sum mannaætt. Og hetta hevur stóran týdning fyri Føroyar, tí arbeiðsgevarar eru svangir eftir vælútbúnari arbeiðsmegi. Næstan øll - og her meini eg meira enn 99 prosent av okkara útbúnu frá Setrinum - havi hesi seinastu árini fingið nyttulig størv, og næstan øll somul eru í størvum, sum krevja, at tey hava prógvið, sum tey hava fingið her á Fróðskaparsetrinum, segði Chik Collins og legði aftrat:

- Hetta er grundin til, at føroyska samfelagnum og búskapinum tørvar eitt sterkt og vaksandi Fróðskaparsetur, og íløgan í tað fer at geva Føroyum tað universitetið, sum landinum ikki bara tørvar, men eisini hevur uppiborið.

- Føroyar hava meira enn eitt slag av øli, og kortini eitur ein av ølunum Okkara. Vit hava bara eitt universitet. Vit øll mugu hugsa um tað sum okkara Setur og í felag taka ábyrgd av tí og gera íløgur í tað. Tað fer at verða millum bestu íløguna, sum vit nakrantíð fara at gera, segði Chik Collins.

- Summi spyrja, kunnu vit í Føroyum skapa eitt universitet, sum stendur øðrum størri universitetum í útlondum mát? Eg svari ja. Tað kunnu vit, um vit gera okkum ómak. Hugsi tykkum, at nøkur her í dag skriva søgu, sum tey fyrstu, sum hava staðið føroyskt prógv í løgfrøði. Juridiska fakultetið í Keypmannahavn og serfrøðingar frá donsku myndugleikunum hava verið her og kannað okkara løgfrøðiútbúgving út í odd og egg. Og útbúgvingin er blivin fult viðurkend sum eins góð og juraútbúgvingar í Danmark, og hon gevur atgongd til øll størv eins og tann danska. Herfyri høvdu vit á Setrinum vitjan av Hægsta rætti. Og nøkur av tykkum, sum sita her í dag, hava møguleikan at taka fult løgfrøðiprógv frá Fróðskaparsetri Føroya og fáa atgongd til sess í Hægsta rætti! Møguleikin er har, segði rektarin, áðrenn hann ynskti øllum hjartaliga til lukku og ynskti eitt gott summar fyri øll.

- Heimurin bíðar eftir tykkum og er svangur eftir tykkara íkasti. Farið nú víðari, ikki bara fyri at forvinna pening, men at fyri at fremja gagn og gera mun, segði Chik Collins.

So fín og veitsluklødd, nú tey hava staðið sína universitetsútbúgving

Høllin í Norðurlandahúsinum er stúgvandi full í dag undir bláa búmerkinum hjá Fróðskaparsetri Føroya. 

Eitt gott ábit bíðar nýklaktu akademikarunum og teirra familjum, tá tey koma út aftur úr høllini við prógvunum

Vit kenna tað øll. Altíð er okkurt, sum skal hampast, tá ein hevur latið seg í føroysk klæði 

Ein dag sum í dag er ikki trot á smílum, nú setningurin er rokkin

Í fínasta skrúð, og uttan fyri veittrar Merkið eisini fyri teimum

Loksins slapp Setrið aftur at brúka frálíku karmarnar í Norðurlandahúsinum um prógvhandanina. Korona hevur tvær tær seinastu prógvhandanirnar forðað fyri stóra felagstiltakinum, og ístaðin hava smá, lokal tiltøk verið bæði í 2020 og 2021. Men í dag er alt tað gloymt, og Norðurlandahúsið er á tremur við glaðum universitetsútbúnum fólki og teirra avvarðandi. Hesa myndina eigur Norðurlandahúsið.

Uppí-flættur hoyra til, tá tú skalt vera so fín :-)

Øll vilja hava myndir, og Fróðskaparsetrið hevur í ár fingið óføra fotografin Jens Kristian Vang at taka obligatorisku myndirnar av flokkunum. Tær myndirnar fara vit at síggja seinni

Ómøguligt er at telja, hvussu mong klemm vórðu givin í Norðurlandahúsinum í dag. Tey vóru rætt og slætt óteljandi

Vit ynskja øllum hjartaliga til lukku við prógvunum og takka fyri tíðina, sum tit hava verið partur av lestrarumhvørvinum her á Setrinum. Og vit gleða okkum eisini til at síggja fleiri tykkara aftur her eftir summarfrítíðina, tá tit fara undir yvirbygnaðin á master :-)