University of the Faroe Islands
Moodle
Starvsfólk
Setrið
IMG_7228.JPG
13.12.2018
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi

Prógvhandan í Kongshøll

Prógvhandan – Ískoytisútbúgving fyri sjúkrarøktarfrøðingar og onnur heilsufakfólk

Í gjár, 12. desember, var hátíðarløta í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum.
36 sjúkrarøktarfrøðingar og ein ergoterapeutur fingu handað prógv fyri at hava staðið tey trý skeiðini, sum ískoytisútbúgvingin umfatar:

  1. Vísindaástøði og granskingarháttarlag – 10 ECTS

  2. Klinisk vegleiðaraútbúgving – 10 ECTS

  3. Bachelorritgerð – 15 ECTS

Væl av fólki var møtt og tað setti dám á hátíðarløtuna.

Annemi Lund Joensen, útbúgvingarleiðari á Deildini fyri Heilsu- og sjúkrarøktarvísindi, bjóðaði vælkomin og helt talu. Síðani helt Jancy Gaardlykke eina talu vegna tey lesandi og May-Britt Skoradal, varadekanur, handaði prógvini. Aftaná var okkurt gott til góman fyri nýklaktu bachelorunum og familjum teirra.

Hetta var seinastu ferð, at ískoytisútbúgvingin varð boðin út. Tilsamans hava umleið 150 sjúkrarøktarfrøðingar og onnur heilsufakfólk tikið útbúgvingina.

Vit ynskja teimum hjartaliga til lukku við útbúgvingini.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Jógvan Í Lon Jacobsen FMD Smílandi

    Minningarorð um góða starvsfelaga okkara Jógvan í Lon Jacobsen, professara

  2. Gróthúsið Á Kvøldi Ogn Jarðfeingi

    Setursskrivstovan sum jarðhitaroyndarstøð

  3. Rekruttering 2026 Tey Fimm Lestrarumboðini

    Umsóknartalið á Setrinum vaksið við meira enn 10 prosentum