13.12.2018
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Prógvhandan í Kongshøll

Prógvhandan – Ískoytisútbúgving fyri sjúkrarøktarfrøðingar og onnur heilsufakfólk

Í gjár, 12. desember, var hátíðarløta í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum.
36 sjúkrarøktarfrøðingar og ein ergoterapeutur fingu handað prógv fyri at hava staðið tey trý skeiðini, sum ískoytisútbúgvingin umfatar:

  1. Vísindaástøði og granskingarháttarlag – 10 ECTS

  2. Klinisk vegleiðaraútbúgving – 10 ECTS

  3. Bachelorritgerð – 15 ECTS

Væl av fólki var møtt og tað setti dám á hátíðarløtuna.

Annemi Lund Joensen, útbúgvingarleiðari á Deildini fyri Heilsu- og sjúkrarøktarvísindi, bjóðaði vælkomin og helt talu. Síðani helt Jancy Gaardlykke eina talu vegna tey lesandi og May-Britt Skoradal, varadekanur, handaði prógvini. Aftaná var okkurt gott til góman fyri nýklaktu bachelorunum og familjum teirra.

Hetta var seinastu ferð, at ískoytisútbúgvingin varð boðin út. Tilsamans hava umleið 150 sjúkrarøktarfrøðingar og onnur heilsufakfólk tikið útbúgvingina.

Vit ynskja teimum hjartaliga til lukku við útbúgvingini.