University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Marjun Nicodemussen Heldur Røðu Sum Lesandi Prógvhandan300126021

Marjun Nicodemussen, sum nú hevur prógv sum sjúkrarøktarfrøðingur, segði nøkur góð orð í røðu sínari undir prógvhandanini

02.02.2026
Setrið Føroyamálsdeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi

Prógvhandan: - Nú fara vit út í samfelagið at gera mun

- Vit hava øll valt at lesa í Føroyum, og vit hava øll valt Fróðskaparsetur Føroya. Í dag fara vit út í samfelagið við ábyrgd, fakligheit og viljanum til at gera munM.a. soleiðis segði Marjun Nicodemussen m.a. í røðu síni sum umboð fyri tey lesandi, sum fríggjadagin fingu prógv í ávikavist sjúkrarøktarfrøði og hjánámi í føroyskum

Fríggjadagin 30. januar 2026 var prógvhandan í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn við tónleiki, røðum hjá rektara, landsstýriskvinnu í almenna- og heilsumálum og umboði fyri lesandi.

Fyri fýra árum síðani fór Fróðskaparsetur Føroya á fyrsta sinni undir at taka ein flokk inn á útbúgvingina í sjúkrarøktarfrøði á vetri, umframt um summarið.

Fríggjadagin fekk hesin fyrsti vetrarflokkurin so prógv á hátíðarhaldi í Kongshøll; tilsamans 11 sjúkrarøktarfrøðingar fingu prógv, umframt tvey, sum hava staðið hjánám í føroyskum á Føroyamálsdeildini.

Sum altíð, tá prógvhandan er, var tiltakið hátíðarligt, og tey nýútbúnu í fínasta pussi.

11 sjúkrarøktarfrøðingar fingu prógv og tvey, sum hava tikið hjánám í føroyskum

Martin Tvede Zachariasen, rektari, kom í røðu síni inn á, at tað ikki er nøkur sjálvfylgja allastaðni, at tann einstaki kann nema sær útbúgving.

- Men her í Føroyum hava vit samtykt, at vit í felag skulu fíggja útbúgving. Tískil hava allir  føroyingar, sum lúka neyðugu upptøkutreytirnar, møguleika fyri ókeypis at fáa eina hægri  útbúgving, tí her halda vit framvegis, at útbúgving og gransking eru avgerandi fyri  samfelagsmenningina.

- Vit eru í gongd við at byggja eitt universitetskampus til Fróðskaparsetrið, sum skal hava fleiri, og ikki færri, lesandi. Fleiri lesandi á Setrinum skulu á skiftislestur í útlandinum, og fleiri útlendsk lesandi skulu koma hendavegin. Og vit vilja eisini bjóða tykkum, sum í dag fáa prógv, aftur at taka framhaldslestur ella eftirútbúgving á Setrinum, tá tit eru klár til tað, segði rektarin millum annað. 

 

Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum, sum sjálv tók prógv sum sjúkrarøktarfrøðingur fyri 29 árum síðani, hevði eisini nøkur orð at bera teimum nýútbúnu:

Góðu tit, sum í dag fáa prógv sum sjúkrarøktarfrøðingar og tit sum fáa prógv fyri at hava staðið hjánám í føroyskum.

- Góðu avvarðandi, og tit undirvísarar og starvsfólk á Setrinum, og øll tit, sum í dag eru komin saman at hátíðarhalda hesa serligu løtuna. 

- Áðrenn eg fari at nýta høvi til at ynskja tykkum til lukku, - so fari eg at nýta høvi at takka tykkum, sum í dag fáa prógv. Takk fyri, at tit hava valt at taka hesi fetini á lívsleið tykkara - á hesum økjum, sum eru so umráðandi fyri okkara vælferðarsamfelag.

- Takk fyri, at tit hava valt at gera nakað, sum kemur at gera mun fyri so mong. Í meldrinum av altjóða ráki og konstantum floymi av ávirkan uttanífrá, kann tað fremmanda hava lyndi og megina til at troka okkara egna til síðis, ikki minst hvat tí málsliga viðvíkur. Tá er tað av so stórum týdningi, at nøkur tykkara hava valt at leita tykkum djúpari kunnleika í føroyska málinum, so tit kunnu taka framtíðarinnar tøk fyri at lívga um og styrkja okkara málsliga samleika.

- Takk fyri tað.

- Tit, sum hava valt at útbúgva tykkum í sjúkrarøktarfrøði, tit kunnu koma at hava ein heilt serligan leiklut í okkara heilsuverki. Sjúkrarøkt snýr seg um vitan og førleikar, men hon snýr seg eisini um relatiónir, samskifti og menniskjaliga nærveru.

- Vit hava brúk fyri tykkum. Vit hava brúk fyri tykkara fakliga førleika, tykkara ábyrgdarkenslu og tykkara rødd. Takk fyri, at tit valdu hesa lívsleiðina.

- Í dag standi eg her sum landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum. Men eg standi eisini her sum sjúkrarøktarfrøðingur. Tað eru 29 ár síðan, eg sjálv fekk prógv sum sjúkrarøktarfrøðingur. Tá hevði eg als ikki ímynda mær, at eg einaferð skuldi standa her – nógv ár seinni, sum landsstýriskvinna – og halda røðu fyri einum nýggjum ættarliði av sjúkrarøktarfrøðingum.

- Tann dagurin, tá eg fekk mítt prógv, stendur bæði klárur og óklárur fyri mær. Minnist dagin við stoltleika – og eg var errin. Eg hevði nátt einum máli, sum eg hevði sett mær fyri. Minnist eisini løtuna, tá prógvini vórðu handað – hvussu rørandi tað var. Vit sungu øll ein sang í felag, - ein sang, ið rørdi meg nógv, - so nógv, at tárini runnu eftir kjálkunum, meðan vit sungu.

- Ofta havi eg roynt at minnast afturá, hvør sangurin var – men eg komi ikki á tað. Tað, sum eg minnist, eru ikki orðini í sanginum, men kenslan, eg hevði ta løtuna, - av at vera rørd, at vera errin, at vera stolt og eyðmjúk, - ja, ta kensluna, eg hevði við prógvhandanina, hana minnist eg enn.

- Lívið hevur nógvar leiðir, og sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingin er ein útbúgving við einum fakligum grundarlagi, sum kann brúkast til nógv – bæði kliniskt, í leiðslu, akademiskt og, sum hjá mær, eisini politiskt.

- Sjúkrarøktarfrøði eigur at vera ein virkin partur av samfelagskjakinum, tí hon hevur nakað at siga – bæði fakliga og menniskjaliga.

- Sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingin er ein sterk og góð útbúgving. Hon gevur tykkum eitt fakligt grundarlag, sum kann mennast víðari. Í Føroyum hava vit seinastu árini fingið møguleika fyri eftirútbúgving í heilsuvísindum á masterstigi á Setrinum, og arbeitt verður víðari við at styrkja hesar møguleikar. 

- Tað er týdningarmikið, at tit kunnu útbúgva tykkum víðari her heima, og at vit skapa karmar fyri serútbúgvingum og øðrum kliniskum og fakligum førleikamenningarleiðum. Tað hevur eisini verið eitt mál hjá mær at fáa sett gongd á arbeiðið við at menna eina masterútbúgving í Advanced Practice Nursing (APN), sum væntandi verður veruleiki innan alt ov langa tíð.

- Góðu tit ! Í dag kunnu tit vera errin. Errin av tí, tit hava megnað. Errin av tí faki, tit hava valt, sum hevur stóran týdning fyri okkara samfelag. Tit hava ognað tykkum, ikki bara eitt prógv og ein tittul, men eitt hav av møguleikum. Hurðar standa á gloppi, og tit fara nú at lata upp – leita eftir at
koma á røttu hill – og hillarnar kunnu vera mangar.

- Eg vóni, at tit fara út í yrkið við fakligum stoltleika, forvitni og dirvi. Dirvi til at siga frá. Dirvi til at vera við í menningini. Og dirvi til at brúka tykkara vitan, har samfelagið hevur brúk fyri henni.

- Kenslurnar at vera errin, stolt og eyðmjúk fylgja mær enn. Mín grundvøllur varð - og tykkara grundvøllur er - lagdur. Verðin stendur opin, og tit hava føvningin fullan av møguleikum. Takið av møguleikunum og takið við ábyrgdini!

- Hjartaliga til lukku við próvnum og góðan byr til tykkum øll!

Takk fyri.

 

Marjun Nicodemussen helt sum nýklaktur sjúkrarøktarfrøðingur røðuna sum umboð fyri tey - nú fyrrverandi - lesandi. Hon segði millum annað:

- Í dag er ein stórur dagur. Vit eru savnað her sum nýútbúnir sjúkrarøktarfrøðingar, og eisini tey, sum hava tikið hjánám í føroyskum. Tvær heilt ymiskar útbúgvingar, men tó við felags grundarlagi: Vit hava øll valt at lesa í Føroyum. Og vit hava øll valt Fróðskaparsetur Føroya.

- At lesa í Føroyum er meira enn bara eitt praktiskt val. Tað er eitt val um samfelagsábyrgd - fyri fólkið, fyri føroyska samfelagið og fyri tey menniskju, sum vit møta í teimum mest sárbæru løtunum í lívinum. Í dag fáa vit prógvið, men samstundis taka vit eisini við ábyrgd.

- Gjøgnum útbúgvingina hava vit lært nógv um lívsbroytingar - transitión - sum kendi ástøðingurin Afaf Ibrahim Meleis tosar um. Meleis sigur um hesar lívsbroytingar, at tær ikki henda frá einum degi til annan, men eru prosessir, sum krevja orku, tol og stuðul.

- Í dag standa vit sjálvar mitt í eini slíkari broyting. Nevniliga í skiftinum frá lesandi til sjúkrarøktarfrøðing. Hetta skiftið kann kennast ambivalent - bæði spennandi og kanska eisini eitt sindur ræðandi samstundis.

- Ein annar ástøðingur, sum hevur fylgt okkum stóran part av lestrartíðini, er norski filosoffurin og sjúkrarøktarfrøðingurin Kari Martinsen, sum hevur sett síni spor í sjúkrarøktini. Umframt bøkur og pensum, vóru vit so hepnar at møta henni í 2024, tá hon kom til Føroya at halda fyrilestur. Hetta var ein fornemm og stór løta, ið vit fara at minnast aftur á við stoltleika. Hennara ástøði hevur m.a. lært okkum, at sjúkrarøkt snýr seg ikki bara um vitan og førleikar, men um at nýta sítt fakliga skyn, at vera nærverandi og síggja menniskjað, og um at taka við ábyrgd. Og hetta kunnu vit taka við okkum víðari, nú vit fara inn í yrkið.

- Í byrjanini av lesnaðinum bleiv stórur dentur lagdur á, at vit fáa ikki eina útbúgving - vit taka eina útbúgving. Og tað hava vit sanniliga gjørt. Hvør í sínum lagi, men eisini sum flokkur. Fýra ár. 16 próvtøkur. Óteljandi framløgur. Níggju praktikkir. Ein flokkur.

- Fylt við takksemi, stoltleika og sorgblídni vil eg - at enda - siga eitt hjartaliga takk.

- Takk til lærarar - fyri lærdóm, tol og fyri at vera fyrimyndir.

- Takk til familju og avvarðandi - fyri stuðul og tol, eisini tá lesnaðurin fylti alt.

- Og til síðst takk til flokkin - fyri leiðina, vit hava gingið saman, fyri samanhald, styrki og minnini, sum vit taka við okkum.

- Í dag fara vit út í samfelagið við ábyrgd, fakligheit og viljanum til at gera mun.

- Takk fyri, og hjartaliga til lukku til okkum øll!


Guðrun Sólja Jacobsen og Janus Kampmann høvdu avbera góðar framførslur. Tey høvdu bæði Poul F. og Martin Joensen á skránni

Millum næstringar var eisini Óluvá í Gong, forkvinna í Felagnum Sjúkrarøktarfrøðingar, sum altíð er trúgv, tá nýggj leggjast til

Sonja Nielsen er útbúgvingarleiðari á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Setrinum, har tey lesandi hava havt sína dagligu gongd

Prógvhandanin fríggjadagin var lutfalsliga lítil í vavi. Tann heilt stóra er á sumri, men eftirsum hetta var fyrsti vetrarflokkurin, ið fekk prógv, varð valt at hava hátíðarhald nú.

Ísak Hansen og Birna Heinesen, sum nú hava prógv í hjánámi í føroyskum

Nýggju sjúkrarøktarfrøðingarnir hesaferð: Anni Jákupsdóttir Isaksen, Annika Rasmussen, Bjørk Árnadóttir Dalsgaard, Brynhild Thomsen, Inga Thomsen, Katrin Faulknert Reynheim, Marjun Nicodemussen, Mása Mortensen, Mildrið Birita Johnsdóttir, Sarah Kathleen Foghill og Sóley Simonsen.

 

 

 

 

 

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Umsetur

    Hjálpið okkum at bøta um føroyska teldutýðing

  2. Bjørn Kunoy Og BIICL Útgáva

    Nýggj útgáva um ósemjur og altjóða lóg

  3. Sandra Saxov Lamhauge Staðið Phd Klipt 27012026

    Sandra Saxov Lamhauge staðið ph.d.