University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
12

(Foto: Martin Simonsen)

27.06.2025
Setrið Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin Náttúruvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi Søgu- og samfelagsdeildin Lestrarskrivstovan

Prógvhandanin 2025 í myndum

Prógvhandan hevur verið á Fróðskaparsetri Føroya í dag, og tilsamans 170 lesandi hava hetta lestrarárið fingið universitetsprógv

Festligt var í Norðurlandahúsinum fyrrapartin, tá dekanar og rektari handaðu teimum - nú fyrrverandi - lesandi ársins universitetsprógv. 

Seinasta lestrarárið hava 170 lesandi staðið prógv á Setrinum: 126 hava staðið bachelorprógv, 35 hava staðið masterprógv, ein hevur staðið ph.d.-prógv og átta hava staðið onnur prógv so sum hjánám og diplom.

Útskrivað prógv akademiska árið 2024/2025

    

B.A. í føroyskum

1

   

B.A. í listaligum arbeiði

2

   

B.A. í søgu (Smátjóðir og altjóðagerð)

2

   

B.Ed. sum fólkaskúlalærari

36

   

B.Ed. sum námsfrøðingur

21

   

B.S.Sc. í politikki og umsiting

1

   

B.S.Sc. í samfelagsvísindum

5

   

B.S.Sc. í stjórnmálafrøði

1

   

B.Sc. í búskaparfrøði og virkisfrøði

7

   

B.Sc. Í KT-verkfrøði

8

   

B.Sc. í lívfrøði

3

   

B.Sc. Í Maskinfrøði

1

   

B.Sc. Í Mýlalívsvísindi

6

   

B.Sc. í sjúkrarøktarfrøði

26

   

B.Sc. Í Verkfrøði

4

   

Bachelor í løgfrøði

2

   

Diplomprógv í leiðslu og skipan á masterstigi

1

   

Diplomútbúgving á masterstigi í føroyskum sum annaðmál

1

   

Diplomútbúgving í KT-verkfrøði

2

   

Hjánám í føroyskum

1

   

Hjánám í samfelagsvísindum

2

   

Hjánám í støddfrøði

1

   

M.A. Í føroyskum

8

   

M.A. í løgfrøði

2

   

M.A. í søgu

3

   

M.S.Sc. í politikki og umsiting

3

   

M.S.Sc. í samfelagsvísindum

2

   

M.Sc. í fólkaheilsu

2

   

M.Sc. í heilsuvísindum

5

   

Master í leiðslu og skipan

10

   

Ph.d. í lívfrøði

1

 

 

 

Tilsamans

170

 

 

 

Prógvhandanin kann síggjast á video her.

Helena Johannesen helt røðu, umboðandi tey lesandi. Hon segði m.a. soleiðis:

- Í dag eru fleiri deildir og útbúgvingar umboðaðar. Frá bachelor til ph.d, og frá verkfrøðingum til námsfrøðingar. Vit eru tíverri ikki sloppin at uppliva eitt felags kampus, men vit eru spjadd runt um ymisk matrikkul í Havnini. Tað, at vit øll sita saman her í dag kann kennast ‘uppsett’, tá so nógv ókend andlit eru. Tó eru vit ein vøkur ímynd av samfelag okkara í teimum ymisku yrkjunum, sum vit umboða her í dag.

- Eisini eru vit ein ímynd av, hvussu langt okkara universitet er komið, nú tað í ár eru 60 ár síðani, at Fróðskaparsetur Føroya bleiv sett á stovn. Annað enn, at vit sita saman her í dag, so hava vit eitt annað til felags – vit valdu at lesa í Føroyum.

- Tað er lætt at finnast at og taka Setrið, umframt onnur ting, fyri givið. At síggja alt tað góða aðra staðni, sum ikki er í Føroyum, er eisini lætt. Orðatakið ‘grasið er altíð grønari hinumegin’ er sikkurt galdandi í hesum førinum.

- Eg eri uppvaksin í Skotlandi, men flutti til Føroya í 2019, og havi tí upplivað tvey ymisk samfeløg og tvær ymiskar tjóðir. Mínir floksfelagar og lærarar hava hoyrt meg viðmerkja ‘í Skotlandi gera vit upp á handan mátan’ ofta tey síðstu fýra árini. 

- Mann kann siga, at ein seyður, sum hevur livað hinumegin, upplivir grasið øðrvísi enn seyðinir, sum altíð havi etið av tí sama grasinum. Síðani eg flutti, havi eg lært nógv av føroyingum og føroyska samfelagnum. Ein kensla av takksemi fyllir meg í dag og fyri meg, er løtan í dag eisini ein ímynd av øllum tí lærdómi, eg havi fingið á Setrinum og í Føroyum sum heild.

Sí alla røðuna hjá Helenu á tíðarkotu 18:55 á leinkinum omanfyri.

Kalpana Vijayavarathan, dekanur á Námsvísindadeildini, segði í røðu sínari m.a., at tað at taka prógv er eitt stórt stig í lívinum, og leiðin fyri framman er full av møguleikum og avbjóðingum.

Sí alla røðuna á tíðarkotu 11:07 á stroyminum omanfyri.

Evy Jacobsen, stjóri í Betri samtakinum, helt gestarøðuna á prógvhandanini í dag. Hon vísti m.a. á, at kanningar vísa, at íløgur í útbúgving og gransking kasta ómetaliga nógv av sær. 

Hoyrið alla røðu hennara á tíðarkotu 41:29 á leinkinum omanfyri.

Hans Andrias, sum vann ársins Sementkapping, spældi tvey fín løg í Norðurlandahúsinum í dag.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Full Kongshøll Lestrarbyrjan 2024

    383 hava søkt um lestrarpláss á Setrinum í ár

  2. Gjógv2025

    Norðurlendsk lesandi á summarskeiði

  3. Fiskaolja

    Setrið fer at granska uppsjóvarfisk, fiskaolju og kostískoyti saman við vinnuni