13.04.2016
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Qin Xin heldur høvuðsfyrilestrar á altjóða ráðstevnum

Qin Xin, professari í kunningartøkni á Fróðskaparsetrinum, er boðin at halda sokallaðar keynote framløgur á trimum altjóða ráðstevnum í Kina


Qin granskar fyri tað mesta í formgeving av algoritmum til tráðleys dátusamskiftiskervi og nýtslu innan dátuviðgerð av lívfrøðiligum dátum - tað sum á enskum verður rópt 'bioinformatics'. Framløgan hjá Qin viðger eisini hugtøk innan støddfrøðina, eitt nú sokallaða 'rendezvous'-spurningin, sum snýr seg um, hvussu partar, ið skulu samstarva, kunnu minka um óvissu. 

Ráðstevnurnar eru hesar:

1. 2016 World Congress on Engineering and Technology (SCET 2016), April 17-19, 2016 in Suzhou, China.

2. 2016 IEEE International Conference on Information Technology, Networking, Electronic and Automation Control, May 20-22 in Chongqing, China

3. 2016 International Conference on Computer Science and Information Security, April 16-17, 2016 in Nanjing, China.

Les samanumtøku av framløguni

Les meira um Qin Xin