Frá vinstru: Rósa Egholm, Lestrarskrivstovan, Dagný Hammer Matras, NÁD, Rói Johannesen, SSD, Erika Dortea Høgnadóttir, SSD, Chik Collins, rektari, Paul Kjartan Matras, SSD, Páll Magnus í Baianstovu, NÁD, Hans Martin Gaard, SSD, Johan Ísak Suni Hansen, fyrisitingarstjóri, og Regin Olsen, NVD,
Brynhild Thomsen
12.09.2022
Setrið
Skriva út

Ráð teirra lesandi havt sín fyrsta fund

Nýggja Ráð teirra lesandi hevur havt sín fyrsta fund við Setursleiðsluna, men enn mangla tvær av deildunum at velja sær umboð í ráðið

Ráð teirra lesandi er eitt týdningarmikið toymi á Fróðskaparsetri Føroya. Har sita umboð fyri lesandi, og tey hava regluligan mánaðarfund við leiðsluna á Setrinum, har mál av týdningi fyri lestrarlívið verða viðgjørd og batar gjørdir.

Mánadagin í síðstu viku hevði nýggja Ráð teirra lesandi fyrsta fund við leiðsluna, men tvær deildir hava ikki valt síni umboð enn.

Hetta eigur at gerast nú, sigur Paul Kjartan Matras, sum er royndur limur í ráðnum.

- Vit í ráðnum vilja sjálvandi umboða øll tey lesandi á Setrinum. Og tí vóna vit, at lesandi á Føroyamálsdeildini og á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi eisini vilja gerast partur av RTL, so tær deildirnar á sama hátt kunnu koma ordiligt til orðanna. Um tit vilja at stilla upp ella hoyra nærri, so kunnu tit venda tykkum til limirnar í Ráðnum ella til Facebook-brúkaran, sum eitur  "Ráð Teirra Lesandi á Setrinum", sigur Paul Kjartan.

Bólkurin á facebook er her.