Myndin er úr Icelandic Times og frá performance hjá íslendsku listakvinnuni Huldu Rós Guðnadóttur, sum fer at luttaka á ráðstevnuni (Foto: Icelandic Times)
02.06.2022
Setrið Føroyamálsdeildin
Skriva út

Ráðstevna: Føroyar og Ísland innanífrá og uttanífrá

Áhugin fyri londunum í norðri er stórur og vaksandi um allan heim. Ísland og Føroyar eru pallmyndir í skaldskapi og listaverkum. Mongu spurningarnir um Arktis, veðurlag og trygdarpolitikk eru evni í tíðindum og skaldsøgum. Filmar, sum taka støði í íslendskum ella føroyskum landslagi, eru at síggja regluliga.

Í døgunum 14.-15. juni 2022 skipar Fróðskaparsetrið saman við Háskóla Íslands og UVSQ/Université Paris-Saclay fyri ráðstevnu um Ísland og Føroyar í ferðafrásagnum, skaldsøgum og list.

Eisini verða framløgur um, hvussu føroyingar og íslendingar lýsa hvønn annan í skaldskapi. Heitið á ráðstevnuni er “ICELAND AND THE FAROE ISLANDS SEEN FROM WITHIN AND WITHOUT: CROSS-CULTURAL PERSPECTIVES 17TH-21ST CENTURY”. Litið verður bæði aftur í tíð og inn í samtíðina. Á ráðstevnuni luttaka granskarar úr Føroyum, Íslandi, Fraklandi og USA. Ráðstevnan verður í Sjóvinnuhúsinum.

Fyrireikarar eru Bergur Djurhuus Hansen, Fróðskaparsetur Føroyar, Sumarliði Ísleifsson, Háskóli Íslands, og Jan Borm, UVSQ/Université Paris-Saclay. Samskipari er Iben Nyholm Debess, vísindaligt hjálparfólk á Føroyamálsdeildini. Partar av fyrilestrunum á ráðstevnuni verða almennir, og mikukvøldið 15. juni kl. 19 verður bókmentatiltak við íslendska rithøvundinum Hallgrími Helgason og føroyska Carl Jóhan Jensen í Paname/HNJ Bókhandli.

Framløgurnar um list eru seinnapart frá kl. 14.20 báðar dagarnar. Tær eru almennar og í høli 407 í Sjóvinnuhúsinum. Millum tey, sum fara at hava framløgur, eru íslendsku Hulda Rós Guðnadóttir, Hallgrímur Helgason og Arnar Eggert Thoroddssen og føroysku Carl Jóhan Jensen, Knút Háberg Eysturstein og Kinna Poulsen.

Mánakvøldið 13/6 kl. 19.30 fer Jan Borm, professari, at halda almennan fyrilestur á Føroyamálsdeildini um fronsku rannsóknarferðina La Recherche, sum var millum fyrstu stóru rannsóknarferðirnar í Norðuratlantshavi í fyrru helvt av 19.øld, og um vísindamannin Xavier Marmier, sum var við á ferðini, vitjaði í Føroyum í 1839 og skrivaði almenna frásøgn frá ferðini.

Sí alla skránna her.