(Foto: Arktis Kommando)
Brynhild Thomsen
29.03.2022
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Ráðstevna: Friður í okkara tíð?

Ráðstevna verður á Fróðskaparsetri Føroya hósdagin 7. apríl frá 10-12:45 undir heitinum "Trygd og altjóða politikkur í Norðuratlantshavi og Arktis nú og í framtíðini"

➢ Hvørjar eru avleiðingarnar av øktum hernaðarligum virksemi í Norðuratlantshavi og Arktis?

➢ Hvørji viðurskifti hava við sær, at arktiska økið fer frá trygdarpolitiskum lágspenningi til háspenning?

➢ Hvørja ávirkan hevur økta rivaliseringin ímillum superveldini á smátjóðir og oyggjasamfeløg?

➢ Í hvønn mun kunnu Føroyar, Grønland og Danmark vera við til at varðveita frið, trygd og stabilitet í einum nýggjum geopolitiskum veruleika?

➢ Hvussu ávirkar kríggið í Ukreina arktiska økið?

➢ Og hvussu skulu smátjóðir navigera í einum politiskum veruleika eyðkendur av kríggi, ótryggleika og óstabiliteti?

Hesi og onnur viðkomandi evni eru á skrá í Kongshøll 7. apríl, tá diplomatar og altjóða serfrøðingar úr Norðurlondum og Stórabretlandi fara at leggja fram og kjakast um tær trygdarpolitisku og uttanríkispolitisku avbjóðingar, sum eyðkenna Norðuratlantshav og Arktis.

Umboð úr Íslandi, Føroyum, Grønlandi, Danmark, Finlandi og Stórabretlandi luttaka.

Ráðstevnan, sum fer fram á enskum, byrjar kl. 10 og endar kl. 12.45.

Fróðskaparsetur Føroya skipar fyri ráðstevnuni saman við Forsvarskakademiet í Danmark, Uttanríkis- og mentamálaráðnum og arbeiðsbólki undir danska Uttanríkisráðnum, sum í løtuni skrivar nýggja frágreiðing um trygdarpolitikk, og sum eisini hevur umboð úr Føroyum og Grønlandi.

Tað er ikki neyðugt við tilmelding.

Skrá:
10.00-10.05
Welcome: Magni Mohr, Pro-Rector of the University of the Faroe Islands.

10.05-10.15
Introduction: The World Ahead: Security and geopolitics from 2022-2035. Michael Zilmer-Johns, previous Danish ambassador to NATO and chairman of the
high-level group of national officials, established in preparation for the next Danish Defense Agreement.

Panel 1
10.15-11.00
Great Power Politics in the 21st Century: The panel will examine the geostrategic significance of the North Atlantic with regard to regional security developments and the Russian invasion of Ukraine. 

10.15-10.25: Caroline Kennedy-Pipe, Professor of War Studies, Loughborough University.

10.25-10.35: Björn Bjarnason, Previous Icelandic Minister of Justice and Culture, author of the report Nordic Foreign and Security Policy (2020) initiated by the Nordic
foreign ministers.

10.35-10.45: Lin Alexandra Mortensgaard, Center for Military Studies, Research Assistant, University of Copenhagen.

10.45-11.00: Questions and comments.

11.00-11.15: Coffee Break

Panel 2
11.15-11.45: The North Atlantic Region and Arctic Security: The panel will examine challenges and opportunities for small states and non-sovereign territories in the North Atlantic region in the wake of a new geopolitical reality.

11.15-11.25: Jeppe Strandsbjerg, Associate Professor, Center for Arctic Security Studies.

11.25-11.35: Lassi Heininen, Professor and editor of The Arctic Yearbook, University of Lapland.

11.35-11.45: Questions and comments.

11.45-12.00: Coffee Break

Panel 3
12.00-12.45: The Faroe Islands, Security and Foreign Policy: The panel will examine the implications of the global and regional security developments for the Faroe Islands.

12.00-12.10: Esben Salling Larsen, Major and Lecturer, The Royal Danish Defense College.

12.10-12.20: Halla Nolsøe Poulsen, Faroese Representative in Reykjavik, Iceland.

12.20-12.30: Heini í Skorini, Associate Professor, University of the Faroe Islands.

12.30-12.45: Questions and comments.

Moderators: Annemarie Peen Rodt, Associate Professor, Head of Section for Strategy, The Royal Danish Defense College; Henrik Gram Pedersen, Major and Head of the Center for Arctic Security Studies, The Royal Danish Defense College.