Brynhild Thomsen
07.03.2022
Setrið
Skriva út

Ráðstevna: Hvat er náttúra?

Leygardagin 19. mars verður stór ráðstevna í Kongshøll um føroyska náttúrufatan í fortíð, nútíð og framtíð

Í Føroyum siga vit ofta um okkum sjálv, at vit liva tætt at náttúruni. Okkara list og bókmentir hálova, lýsa og dramatisera sambandið við náttúruna og kanska serliga við havið.

Men hava vit í Føroyum eina øðrvísi náttúrufatan enn onnur?

Ansa vit betur eftir náttúruni og okkara tilfeingi enn onnur lond?

Kjakið um náttúrumargfeldislógina gjørdi greitt, at hugtakið "náttúra" er ikki eintýtt, men hevur ymsan týdning fyri ymisk fólk.

Sostatt gerast spurningarnir um umhvørviskreppuna eisini viðkomandi í føroyskum høpi.

Hvat merkir tað til dømis at fiska burðardygt?

Hvar gongur markið millum umhvørvisvernd og vinnulig áhugamál?

Hvørji sjónarhorn gera seg galdandi í kjakinum um ferðavinnu, gongd í haga, landbúnað og lendisnýtslu sum heild?

Hvønn týdning kann eitt slag av fugli, ein blóma ella ein klukka hava fyri føroysku náttúruna og føroyingar sum heild?

Hvussu gera spurningar um virði seg galdandi, tá vit hugsa um náttúru?

Tosa vit um virði í sjálvum sær, peningaligt virði, mentanarligt virði ella kanska vistfrøðiligt virði?

Við hesum ymsu spurningum í huga skipar Fróðskaparfelagið fyri einari tvørfakligari ráðstevnu, sum viðger evnið føroysk náttúra og náttúrufatan í fortíð, nútíð  og framtíð.

Ráðstevnan verður leygardagin 19. mars 2022 kl. 10 – 17 í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru bryggju.

Meira kann lesast um ráðstevnuna her.

Øll eru vælkomin!

- Minnist til at hava krúss við til kaffimunnin