University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Ráðstevna í Norðurlandahúsinum 16. mai 2013

Ráðstevna í Norðurlandahúsinum 16. mai 2013

Lívfrøðiligt margfeldi og lendisnýtsla í Føroyum


Fróðskaparsetur Føroya, Søvn Landsins og Búnaðarstovan skipa fyri ráðstevnu um hvussu lívfrøðiligt margfeldi kann varðveitast við burðardyggari lendisnýtslu.

Lívfrøðiligt margfeldi hevur týdning fyri trivnaðin hjá fólki og varðveitslu av vistskipanum á jørðini. Føroyingar hava brúkt lendið til at lívbjarga sær í meira enn túsund ár. Lendisnýtslan hevur verið atvoldin til broytingar í umhvørvinum og hevur havt við sær at lívfrøðiliga margfeldið er minkað.

Soleiðis standa vit í dag í eini tvístøðu, tá vit skulu leggja ætlanir um náttúruvernd. Ber til at hava eina burðardygga lendisnýtslu og samstundis varðveita tað lívfrøðiliga margfeldið?

Sí lýsing og skrá



Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Eli Nolsøe Leifsson FSF Mynd ENL

    Ph.d.-verja: Eli Nolsøe Leifsson

  2. 1836480

    Stór játtan skal byggja brúgv millum fak í stríðnum móti veðurlagskreppuni

  3. Chatgpt Image 4. Jun. 2026, 10.55.24

    Almennur fyrilestur: Uppruni íslendinga