Skriva út

Ráðstevna í Norðurlandahúsinum 16. mai 2013

Lívfrøðiligt margfeldi og lendisnýtsla í Føroyum


Fróðskaparsetur Føroya, Søvn Landsins og Búnaðarstovan skipa fyri ráðstevnu um hvussu lívfrøðiligt margfeldi kann varðveitast við burðardyggari lendisnýtslu.

Lívfrøðiligt margfeldi hevur týdning fyri trivnaðin hjá fólki og varðveitslu av vistskipanum á jørðini. Føroyingar hava brúkt lendið til at lívbjarga sær í meira enn túsund ár. Lendisnýtslan hevur verið atvoldin til broytingar í umhvørvinum og hevur havt við sær at lívfrøðiliga margfeldið er minkað.

Soleiðis  standa vit í dag í eini tvístøðu, tá vit skulu leggja ætlanir um náttúruvernd. Ber til at hava eina burðardygga lendisnýtslu og samstundis varðveita tað lívfrøðiliga margfeldið?

Sí lýsing og skrá