06.05.2022
Setrið
Skriva út

Ráðstevna: Sálarlig heilsufremjan

Ráðstevna um ABC fyri sálarliga heilsu í Føroyum verður fríggjadagin 20. mai í Smæruni í Havn

Hetta er fyrsta ráðstevna í Føroyum, sum snýr seg um verkætlanina ABC fyri sálarliga heilsu hjá Fólkaheilsuráðnum. ABC fyri sálarliga heilsu er ein verkætlan, sum bæði fevnir um heilsufremjan og fyribyrging millum allar borgarar í landinum.

Fólkaheilsuráðið fór undir verkætlanina í 2017, og hon hevur ment seg nógv síðani tá.

Verkætlanin er kjølfest í ymiskum pørtum av samfelagi okkara, og strembað verður eftir at røkka út til allar partar.

Ráðstevnan er ætlað øllum kommunum, ymiskum felagsskapum og stovnum – politikarum, starvsfólki og sjálvbodnum innan ymisk øki, sum bæði kunnu vera knýtt at børnum, ungum, vaksnum og eldri.

Áhoyrararnir kunnu á ráðstevnini fáa íblástur og vitan um, hvussu góð sálarlig heilsa kann fremjast í verki, og víst verður á royndir og gransking á økinum.

Evnini á ráðstevnuni eru m.a.:

  • ABC fyri sálarliga heilsu í Føroyum
  • Sálarlig heilsufremjan út frá einum sosiobúskaparligum sjónarhorni
  • Týdningurin av at fremja sálarliga vælveru
  • ABC-amboðini í verki bæði í kommunum og felagsskapum

Umframt Moniku Mohr, verkætlanarleiðara fyri ABC fyri sálarliga heilsu, sum hevur framløgu um verkætlanina í Føroyum, koma tveir samstarvsfelagar úr Føroyum at greiða frá, hvussu teir brúka amboðini í verkætlanini í sínum dagliga arbeiði: Katrin Dam á Neystabø og Andras Nolsøe úr ÍSF og Magnus Pauli West úr Vágs kommunu.

Vár Honnudóttir frá Fólkaheilsuráðnum greiðir frá nøkrum ABC-úrslitum úr “Hvussu hevur tú tað? 2019”, og Annika Helgadóttir Davidsen fer saman við Moniku at greiða frá nøkrum úrslitum úr einari nýggjari kanning um ung og sálarliga heilsu í Føroyum.

Umframt føroysku fyrilestrarnar vera fimm luttakarar úr ABC-toyminum úr Danmark: Charlotte Meilstrup, ið er verkætlanarstjóri fyri ABC í Danmark, Line Nielsen, ið er verkætlanarleiðari fyri ABC í Danmark, Ziggi Santini, ið stendur á odda fyri nógvari av granskingini um ABC í Danmark, Hanna Christensen, ið er ABC verkætlanarleiðari í DGI og Lisbeth Holm, ið er høvuðsráðgevi í Center for Forebyggelse i Praksis í Kommunernes Landsforening.

Skráin er her.

Luttøkan er ókeypis, men tað er neyðugt at melda til her