University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Ráðstevna um ábyrgdarfulla ferðavinnu
30.04.2018
Til lesandi Søgu- og samfelagsdeildin

Ráðstevna um ábyrgdarfulla ferðavinnu

Í døgunum 24. og 25. mai 2018 skipar West Nordic Studies á Fróðskaparsetrinum fyri ráðstevnuni "Green Growth dialogue" um Responsible Tourism í Sjóvinnuhúsinum, Vestarubryggju 15 í Tórshavn.


Ferðavinnuøkið tekur seg meira og meira fram í Føroyum, og fær størri týdning fyri okkum føroyingar og samfelag okkara. Hóast vaksandi ferðavinna kann bera við sær fíggjarligan vøkstur og jalig samfelagslig úrslit, krevur ein vælvirkandi ferðavinna skipaðar karmar og planlegging. Tørvur er á vitan um, hvussu vit sum myndugleiki, vinna og borgari í Føroyum menna og skipa ferðavinnuøkið á ein ábyrgdarfullan hátt, har atlit verður tikið til lokalsamfeløg, umhvørvi og trygd samstundis við, at ferðavinnan verður ment og stimbrað. Í hesum sambandi hevur West Nordic Studies á Fróðskaparsetrinum tikið stig til Green Growth dialogue um Responsible Tourism, ið verður í Sjóvinnuhúsinum í Tórshavn 24.-25. mai 2018. Ráðstevnan er samskipað í samstarvi við Visit Faroe Islands, Ferðavinnufelagið, Hugskotið og Uttanríkis- og vinnumálaráðið.

Fyri skrá, umboð og atgongumerki sí heimasíðu okkara: https://www.greengrowthdialogue.com/.

Í sambandi við ráðstevnuna, skipar Visit Faroe Islands fyri hugskotskapping við tí endamálið at menna samskiftið við ferðafólk í Føroyum. Áhugin fyri Føroyum økist og ferðavinnan stendur í vøkstri. Stórur tørvur er á samskifti at kunna og læra tey ferðandi um føroysk viðurskifti soleiðis, at tey fáa eina betri heildaruppliving av Føroyum sum ferðamáli, har trygdin og virðingin fyri umhvørvinum er í hásæti.

Sí meira HER

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum