27.07.2009
Skriva út

Ráðstevna um Altjóða Útbúgvingarsamstarv

Áhugaverdir fyrilestrar við serfrøðingum á internationaliseringsøkinum verða at hoyra á ráðstevnuni, ið verður í læraraskúlahøllini hósdagin 27. august 2009.


Endamálið við ráðstevnuni er at varpa ljós á altjóða samstarvsmøguleikar á øllum stigum í útbúgvingarverkinum. Við fyrilestrum um týdning og úrtøku av altjóða samstarvi og dømum um góða praksis fara serfrøðingar á økinum at geva ráðstevnuluttakarum fjøltáttaða kunning og íblástur.

Tríggir av fyrilestrunum snúgva seg burturav um hægri lestur. Úr sjónarhorninum hjá teimum lesandi við Fróðskaparsetur Føroya fer Gunnhild Dahl Niclassen at greiða frá teimum møguleikum, ið eru við at vera lesandi í Føroyum og samstundis taka ein part av útbúgvingini í øðrum landi. Úr Sveis kemur Urs Nufer, Erasmus-samskipari, at greiða frá sveisisku royndunum við sjálvfíggjari luttøku í ES samstarvi og á hvønn hátt altjóða samstarv er við til at menna universitetini í Sveis. Av Maastricht universitetinum í Hollandi, ið er í fremstu røð á internationaliseringsøkinum, kemur Jeannine Gregersen-Hermans m.a. at vísa á, hvussu Fróðskaparsetrið kann menna seg til eitt altjóða universitet.


Leinkja til Plakat, Innbjóðing, Skrá og Programme in English