Judith Marjunardóttir Guttesen
20.03.2019
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi Til lesandi Depilin fyri heilsugransking
Skriva út

Ráðstevna um etikk í heilsurøkt og gransking verður í Føroyum í heyst

Nordic Committee on Bioethics skipar í samstarvi við Fróðskaparsetur Føroya fyri ráðstevnuni “Ethics of Health Care and Research in Small-scale Communities” 12. september í ár. The Nordic Committee on Bioethics er ein nevnd undir NordForsk og Norðurlandaráðnum. Nevndin var sett á stovn í 1989 við tí endamáli at fremja norðurlendskt samstarv og vitanarskifti millum vísindafólk, politikkarar og embætisfólk innan bioetiska økið. Uppgávan hjá nevndini er m.a. at viðgera og vegleiða um etiskar avbjóðingar, sum vísa seg í heilsurøkt og gransking í teimum ymisku Norðurlondunum. Nevndin samlar vitan og úrslit, sum verða løgd fram og viðgjørd á tveimum ráðstevnum um árið.

Føroyar eygleiðandi leiklut

Súsanna M. Mortensen, námslektari í sjúkrarøktarfrøði á deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi, situr sum eygleiðari fyri Føroyar í Nordic Committee on Bioethics. “Sum eygleiðandi limur luttaka vit í kjakinum og arbeiðinum á jøvnum føti við limirnar; einasti munurin er, at føroyska umboðið ikki kann sita í formans- ella næstformanssessinum. Tað er kveikjandi og spennandi at vera við og fáa innlit í, hvussu samlík vandamál vísa seg ólíkt í ymiskum samfeløgum. Tað gevur eitt breiðari kjak, sum londini í hvør sínum lagi kunnu læra nógv av.”

Heilsustarvsfólk, granskarar, lesandi og øll, sum hava áhuga, kunnu luttaka í ráðstevnunum ókeypis. Síðani evnið kom á skrá sum heiti fyri ráðstevnu, hevur Súsanna arbeitt miðvíst fyri at fáa júst hesa ráðstevnuna til Føroya, og hon er ómetaliga glað fyri, at tað í heyst verður veruleiki. “Hetta er sera viðkomandi í mun til føroysk viðurskifti – føroyingar møta hvønn dag avbjóðingum, sum fylgja við tí at vera eitt lítið samfelag, serliga í heilsugeiranum.”

Ráðstevnan “Ethics of Health Care and Research in Small-scale Communities”

At veita dygdar heilsutænastur og gransking til borgarar, sum búgva í smáum samfeløgum, hevur við sær ymiskar etiskar avbjóðingar. Smá samfeløg eru ofta staðsett í landafrøðiliga avbyrgdum økjum, har tilfeingi og atgongd til serfrøði er avmarkað. Heilsustarvsfólk og granskarar, ið arbeiða í hesum økjum, kenna sannlíkt fólkini tey viðgera, veita røkt og biðja um at vera við í granskingarverkætlanum. Hetta kann føra við sær nógvar avbjóðingar í mun til privatlív og trúnað.

Stigmatiseringsspurningar kunnu eisini stinga seg upp, tá sjúklingar, sum hoyra til eitt samfelag har “øll kenna øll”, líða av sálarligari sjúku ella hava ávísar ígerðarsjúkur. Harumframt stinga etiskir spurningar seg ofta upp, tá ið tað snýr seg um onnur fólkasløg og tilflytarar við øðrum sjónarmiðum og mentanarligum siðum. Sum er, er lítil stuðul at fáa til fólk, sum arbeiða í heilsugeiranum og granskarar til at handfara slíkar kompleksar etiskar spurningar.

Ráðstevnan, sum verður hildin í Kongshøll, fer at viðgera teir størstu etisku trupulleikarnar viðvíkjandi atgongd til heilsutænastur og raðfesting, privatlív og trúnað. Harumframt verður evnið stigmatisering í mun til heilsurøkt og gransking í "Small-scale Communities" viðgjørt, og kjakast verður um møguligar loysnir til at handfara hesar avbjóðingar.

Ráðstevnan er løgd soleiðis til rættis, at tað verða fleiri sokallaðar case-studies á skránni. Hetta ger tað meira viðkomandi fyri almenningin og lættari fyri vanlig fólk at relatera til. “Eg vil heilt víst viðmæla øllum, sum hava áhuga í kjakinum, at leita sær oman í Kongshøll 12. september”, sigur Súsanna M. Mortensen at enda.

Skráin sæst her

Ráðstevnan "Bioethics of Clinical Innovation and Unproven Methods" í Keypmannahavn 9. apríl

Ráðstevnurnar verða hildnar eftir túri í Norðurlondum. Fyrra ráðstevnan í ár verður hildin í Keypmannahavn 9. apríl 2019 og hevur heitið "Bioethics of Clinical Innovation and Unproven Methods". Hendan ráðstevnan fer at viðgera etiskar spurningar í læknavísindum, sum klinisk nýskapan hevur við sær, t.d. í mun til menning av nýggjum óroyndum háttaløgum, arbeiðs- og viðgerðarháttum.

Nærri kunning um komandi ráðstevnurnar fæst her