Judith Marjunardóttir Guttesen
10.09.2019
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi Til lesandi Depilin fyri heilsugransking
Skriva út

Ráðstevna um etikk í heilsurøkt og gransking

Hósdagin 12. september verður altjóða ráðstevna hildin í Kongshøll um etikk í heilsurøkt og gransking

Ráðstevnan fer at viðgera teir størstu etisku trupulleikarnar viðvíkjandi atgongd til heilsutænastur og raðfesting, privatlív og trúnað. Harumframt verður evnið stigmatisering í mun til heilsurøkt og gransking í "Small-scale Communities" viðgjørt, og kjakast verður um møguligar loysnir til at handfara hesar avbjóðingar.

Tað er The Nordic Committee on Bioethics (NCBio), sum er ein nevnd undir NordForsk og Norðurlandaráðnum, sum skipar fyri ráðstevnuni  “Ethics of Health Care and Research in Small-scale Communities” í samstarvi við Fróðskaparsetur Føroya.

Súsanna M. Mortensen, námslektari í sjúkrarøktarfrøði á deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi, situr sum eygleiðari fyri Føroyar í Nordic Committee on Bioethics og hevur hon verið við í fyrireikingararbeiðinum síðani tað var avgjørt at halda ráðstevnuna í Føroyum.

“Hetta er sera viðkomandi í mun til føroysk viðurskifti – føroyingar møta hvønn dag avbjóðingum, sum fylgja við tí at vera eitt lítið samfelag, serliga í heilsugeiranum” - sigur Súsanna um at ráðstevnan verður hildin í Føroyum.

Súsanna hevur arbeitt miðvíst fyri at fáa júst hesa ráðstevnuna til Føroya, og hon er ómetaliga glað fyri, at tað nú verður veruleiki. “Eg vil heilt víst viðmæla øllum, sum hava áhuga í kjakinum, at leita sær oman í Kongshøll hósdagin”, sigur Súsanna M. Mortensen at enda.

Heilsustarvsfólk, granskarar, lesandi og øll, sum hava áhuga, kunnu luttaka í ráðstevnunum ókeypis og higartil hava umleið 100 fólk teknað seg. Ráðstevnan er løgd soleiðis til rættis, at tað verða fleiri sokallaðar case-studies á skránni. Hetta ger tað meira viðkomandi fyri almenningin og lættari fyri vanlig fólk at relatera til.

Skráin sæst her

Nærri kunning fæst við at venda sær til Súsannu Mortensen SusannaM@setur.fo

Mynd: Norden.org