University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Ráðstevna Um Fátækadømi Sigri Gaini
27.02.2026
Setrið Námsvísindadeildin Søgu- og samfelagsdeildin

Ráðstevna um fátæk børn og ung í Norðurlondum

18. og 19. februar skipaði Nordic Welfare Centre fyri norðurlendskari ráðstevnu í Stokkhólmi um fátækadømi millum børn og ung undir heitinum "Children and Youth at Risk of Poverty - Nordic approaches to social mobility and remaining challenges"

Umboð úr øllum Norðurlondum vóru á ráðstevnuni, og úr flestu londunum luttóku bæði granskarar og embætisfólk.

Endamálið við ráðstevnuni var at skapa eitt styrkt granskingarsamstarv tvørtur um Norðurlond til tess at kortleggja, hvussu støðan við fátækadømi millum børn og ung er í teimum ymisku londunum og fyri neyvt at kunna samanbera tøl og granskingarúrslit tvørtur um landamørkini.

Úrslitini skulu nýtast til at seta í verk politisk tiltøk fyri at hjálpa børnum og ungum, ið liva í fátækadømi ella í fátækaváða, eitt nú við fíggjarligum og praktiskum átøkum.

Eisini varð ein nýggj norðurlendsk frágreiðing um evnið løgd fram á ráðstevnuni.

Hon kann lesast her.  

Úr Føroyum luttóku Sigri M. Gaïni, ph.d. og námslektari á Námsvísindadeildini og Heri Petersen, fulltrúi í Almannamálaráðnum. Runa Preeti, ph.d. og námslektari á Søgu– og samfelagsdeildini er eisini ein partur av netverkinum, men hon fekk tíverri forfall.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving