University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
MBL0166815.jpg
15.08.2019
Setrið Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin Náttúruvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi Søgu- og samfelagsdeildin Til lesandi

Ráðstevna um ferðavinnu

Frændafundur 10 við heitinum Rutur og røtur í norðuratlantiskari ferðavinnu verður dagarnar 16.-18. august. Ráðstevnan verður hildin í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju í Havn.
Høvuðsevnið hesa ferð er ferðavinna, og fýra høvuðsfyrilestrar verða, tveir frá hvørjum landi, umframt verkstovufyrilestrar.

Katrín Anna Lund, professari í sosialantropologi, heldur fyrilesturin Af göldrum og lundum í síkvikum heimi.

Lis Mortensen, náttúrulandafrøðingur; Lyklar til náttúruverju: geoarvur og geo-ferðavinna í Føroyum.

Benedikt Hjartarson, professari í bókmentum; Íslensk framúrstefna og önnur í ljósi samanburðarjaðarsvæðafræða – Nokkrar hugrenningar frá sjónarhóli íhaldssams textafræðings.

Fjórða fyrilesturin heldur Bergur Rønne Moberg, lektari í bókmentum; Føroyar sum komu-mentan í ritverki William Heinesens.

Afturat høvuðsfyrilestrunum og verkstovunum Ferðavinna, (oyggja)mentan og ímyndir um autentisitet og Føroyar og Ísland sædd uttaneftir: Ferðafrásagnir, sjórænarasøgur og innsavningar eru tvær verkstovur um mál; Føroyskt og íslendskt málbrúk í regionalum og globalum høpi og Setningafrøði, leksikalisering og onnur málslig viðurskifti. Leygardagin er eisini ein verkstovan Læraraskúlar í meira enn 100 ár.

Øll skráin kann lesast her.

Fyrilestrarnir eru allir opnir fyri almenninginum.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Álvur Haraldsen 260526 0161 (1)

    UArctic Congress 2026: Ljómandi veitsla í Tórsgøtu

  2. Jens Kristian Vang 26.05.26 0001 53

    ES-kommisserurin á UArctic: - Hetta er órættvíst!

  3. Martin Tvede Zachariasen Jens Kristian Vang 26.05.26 0001 40

    UArctic Congress 2026 sett